Politikkur

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2020

...

2019-11-30 08:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar fáa meiri tosk í Eysturgrønlandi í 2020

Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020.

Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, og londini eru samd um at halda fram við góða samstarvinum.

Vísindaliga tilmælið er, at svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi eigur at lækka í mun til 2019. Hetta merkti samráðingarnar á tann hátt, at føroyska kvotan av svartkalva skuldi tillagast. Fyri ikki at lækka um støðið í avtaluni var lagt upp til at økjast kundi um føroysku toskakvotuna í Eysturgrønlandi ístaðin.

??rslitið varð, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar við 175 tonsum í 2020. Sostatt hava føroysk skip loyvi at fiska tilsamans 1.500 tons av toski og 475 tons av brosmu í grønlendskum sjógvi. Kvotan av svartkalva í Eysturgrønlandi verður 225 tons. Í 2019 var hon 325 tons.

Føroyar varðveita eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons, og føroyska svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður verandi 100 tons eins og í 2019.

Grønlendska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt 13.500 tons. Grønland fær harumframt, eins og í 2019, atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 6.290 tons í 2020, sum eru góð 100 tons meir enn í 2019. Grønlendskum skipum verður harumframt loyvt at fiska 3.200 tons av norðhavssild; eisini hetta er óbroytt í mun til 2019.

Tað vóru grønlendski samráðingarleiðarin, Emanuel Rosing, og føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, sum skrivaðu undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2020.

Samráðingarnar fóru fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder