Politikkur

Fiskiskapur úr skeiva endanum

...

2020-02-27 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Henrik Old hevur í dag latið løgtinginum eittuppskot til samtyktar, har hann heitir á landsstýrismannin, um at leggjauppskot fyri løgtingið til støðutakan um, hvørt loyvi skal gevast til atfiska reyðátu í føroyskum sjógvi.

 

Núverður boðað frá, at Fiskimálaráðið hevur útskrivað trý royndarloyvir tilroyndir at fiska
reyðátu við Føroyar. Henrik Old, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur taðikki vera í lagi, at hetta verður gjørt uttan um Løgtingið, og tí hevur hannlatið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at fáa hetta viðgjørt.

- Hettaer eitt sera prinsipielt mál, at mann tekur avgerð um hetta, uttan at Løgtingiðhevur havt møguleika at viðgera og úttala seg um, hvørt mann í heila tikið skalfiska reyðátu, sigur Henrik Old í viðmerkingunum.

 

Hann vísir á, at Noreg fiskar reyðátu viðsuðurpolin, og norska stjórnin hevur givið loyvi til at fiska

á leið 350.000 tons í norskum sjógvi. Hetta ergjørt, sjálvt um norsku fiskivinnufeløgini hava

mótmælt harðliga. Tað eru fleiri milliónir tonsav fiski, sum um summarið eta serliga reyðátu í

føroyskum sjógvi og her á leið.

 

- Eg haldi, at tað vera at fara undir fiskiskapfrá tí skeiva endanum, við tað at mann fyrst fer at fiska

føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skalliva av. Tí skjóti eg upp, at Løgtingið fær møguleika

at siga sína hugsan um roynd eftir reyðátu,sigur Henrik Old.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder