Vinna

Fiskastykkið letur upp aftur við nýggjari matskrá

...

2020-05-07 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskastykkið í Sandavági hevur í seinastuni arbeitt við at endurnýggja matskránna saman við Gutta Winter, har serligur dentur hevur verið lagdur á at gagnnýta okkara frálíku fiskarávørur til fulnar. 

Eisini hevur Fiskastykkið lagt matskránna soleiðis til rættis, at til ber at taka matin út við - eitt nú ein túr í hagan, ella í kajak á vatninum.

Í dag vóru nøkur fólk boðin á Fiskastykkið, og tvey umboð frá JN.fo vóru við, og fingu vit okkum fiskasuppu og laksasalat.

Í morgin er opið frá klokkan 10 til 18.

Annars verður opið soleiðis
mikudag-leygardag: 10-18
sunnudag: 12-18

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder