Mentan

Fiskaaling rit: Slóðbrótandi flokkingarskipan fyri botndjór í Føroyum

...

2021-11-17 09:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gransking: Nýtt Fiskaaling rit er ein áleiðis frágreiðing um menning av flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum (Benthic macrofauna classification system).

Endamálið við hesari verkætlan er at menna eina flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum, sum Umhvørvisstovan skal nýta í sambandi við teirra umhvørviseftirliti av alifirðum.

Botndjórakanningar vera aloftast nýttar tá umhvørvisárin skulu kannast og sum partur av umhvørviseftiransingini av føroysku firðunum skulu alifeløgini m.a. gera botndjórakanningar. Botndjór liva lutfalsliga leingi og eru støðuføst og hava tí ikki møguleika at rýma undan einari møguligari dálking eins og flytfør djór.

Tey botndjórasløg, sum eru viðkvom í mun til økta dálking, vilja minka í tali samanborið við tey djórasløg, sum eru meiri mótstøðufør. Við øðrum orðum, so vil ein dálking síggjast aftur í einari broyting í nøgd og samanseting av botndjórasamfelagnum. Tí eru botndjórakanningar eitt sera hent amboð í umhvørviskanningum.

Fyri at kunna meta um eitt botndjórasamfelag er broytt er neyðugt at hava vitan um, hvussu tað upprunaliga eigur at síggja út og út frá hesum menna eina flokkingarskipan, sum kann nýtast til at lýsa dálkingarstøðuna. Trupulleikin við hesum er tann, at ongin lýsing av botndjórasamfelagnum er gjørd áðrenn alingin byrjaði á føroysku firðunum, og tí hevði umhvørvismyndugleikin trupult við at meta um dálkingarstøðuna út frá botndjórakanningunum. Hettar er ikki einans ein trupulleiki, sum Føroyar hava, men flest øll lond.

Við at nýta dátur frá botndjórakanningum, sum alifeløgini hava gjørt tey síðstu 20 árini, er ein nýggj mannagongd ment, ið eyðmerkir botndjórasamfeløg, sum ikki eru ávirkað av aling, og út frá hesum er ein flokkingarskipan fyri botndjórakanningar á føroysku firðunum ment.

??rslit

Viðger av dátunumstaðfesta, at føroysku firðirnir eru náttúrliga sera eins, og at neyðugt er ikki at menna ymiskar flokkingarskipanir fyri teir ymisku firðirnir, so leingi at man tekur hædd fyri botnslagnum. Orsøkin er, at ein bleytur botnur hevur náttúrliga eitt minni fjølbroytt botndjóralív enn sand- og steinbotnur.

Tó má flokkingarskipanin javnan endurskoðast, nú alt meira aling fer fram á harðbalnum økjum, har harður streymur og alda møguliga ger, at botndjórasamfelagið sær øðrvísi út.

Kanningarnar av dátunum frá botndjórakanningunum í hesum arbeiði viðgera botndjórasamfelagið í mun til kemiskar parametrar og botnslag við mannagongdum, sum eru rættiliga slóðbrótandi, og tað er hugsandi, at eisini onnur lond kunnu nýta hesa mannagongd til at menna eina flokkingarskipan.

Les alla frágreiðingina her.

Heidi S. Mortensen

Verkætlanarleiðari er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling. Eisini luttaka Jacob Carstensen frá Aarhus Universitet, Birgitta Andreasen, Gunnvør á Norði og Tróndur T. Johannesen frá Fiskaaling, og Birna V. Trygvadóttir Fjallstein frá Biofar.

Havbúnaðarfelagið og Umhvørvisstovan stuðlaðu verkætlanini, sum varð skipað við einum stýrisbólki við umboðum frá Havbúnaðarfelagnum, Umhvørvisstovuni, Havstovuni og Biofar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder