2020-03-31 10:17

Finnur Fríði, sum teir seinastu dagarnar hevur fiskað í føroyskum sjógvi, setti í morgun kós móti Íslandi, har teir skulu landa veiðuna (2.200 tons) á Fáskrúðsfirði.
Finnur Fríði royndi fyrst á túrinum í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, men teir seinastu dagarnar hava teir roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har hava eisini verið 6 russisk skip.
Finnur Fríði verður á Fáskrúðsfirð fyrrapartin í morgin, eingin íslendingur sleppir umborð, manningin á Finni Fríða skal sjálv landa veiðuna.
Tá ið liðugt er at landa, tá fara teir aftur í føroyskan sjógv at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald