Vinna

Finnur Fríði er ávegis á Tvøroyri

...

2020-01-05 10:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Finnur Fríði sum hevur verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi byrjaði at sigla í gjárskvøldið um 23 tíðina. 

Finnur Fríði hevur henda túrin fingið 1600 tons av makreli, og er talan um góðan makrel. Finnur Fríði verður á Tvøroyri seinnapartin í dag. Enn er óvist nær teir sleppa framat at landað til Varðan Pelagic. 

Í løtuni landar Gitte Henning 1 til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Tummas T eigur landingartørn eftir Gitte Henning 1, og so sleppir Finnur Fríði nokk framat. Les hvat Gitte Henning 1 og Tummas T hava her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder