Frá hósdegnum 31. mars hevur Finleif Mortensen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin hevur heitið ???Tað einfalda landslagið og kompositiónir???.
Við á framsýningina hesaferð hevur vælumtókti listamaðurin 30 oljumálningar i ymiskum støddum.
Eyðkent fyri verkini hjá Finleifi eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið, sum hann gandar fram við penslinum.
-Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum, sigur Finleif Mortensen.
Listamaðurin gongur nógv í føroysku náttúruni og er javnan at finna á ovastu fjallatindunum. Hann er hugtikin av homrum, klettum og skorum, og hetta sæst aftur í nógvum av teimum abstraktu málningunum, sum eru við á framsýningini. Alt í føgrum litum sum minna okkum á, at summarið skjótt er í hondum.
Yndismotivini eru serliga í Norðoyggjum og Streymoynni ??? skiftandi ljós og smáar bygdir við stórbærum fjøllum. Eitt nú Mikladalur við stórsligna Kunoyarnakki í bakgrundini, Kvívík við vakra útsýninum á Koltur og ikki minst støðugt broytandi ljós- og litspælið millum Borðuna og Glyvursnes.
Fineif Mortensen hevði sína fyrstu listaframsýning í 1985 bert 20 ára gamal. Tað var í Smiðjuni í Lítluvík. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í ??lborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning.
Seinni í apríl hevur Finleif Mortensen framsýning hjá Gallarí Sct. Gertrud í Keypmannahavn. Og í summar og heyst eru aðrar framsýningar á skránni.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 31. mars klokkan 16. Opið er gerandisdagar kl 13-19, leygardag kl 11-19 og sunnudag kl 14-19. Framsýningin letur aftur týsdagin 5. apríl kl 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald