JN

Fimm nýggir tilburðir

...

2020-09-13 10:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 108.270 kanningar.

Talan er um fimm persónar, sum eru smittaðir her í Føroyum. Allir persónar eru partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 423 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder