JN

Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

...

2020-12-31 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tríggir tilburðir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 199.165 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 547 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder