2020-12-24 12:30

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir smittutilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 2656 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 191.632 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 561 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald