JN

Fimm fólk blivu koyrd á sjúkrahúsið

...

2020-06-25 07:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seint seinnapartin í gjár vóru fimm bilar í einum ferðsluóhappi, sum hendi á landsvegnum við omankoyringina til havnarlagið í Hvalvík.

Í teimum fimm bilunum vóru átta fólk í, harav vóru trý av teimum børn. Fimm fólk blivu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, tað skrivar vp.fo.

??happið hendi, tá ein bilur skuldi snara oman á havnarlagið í Hvalvík. Tveir aðrir bilar stóðu aftanfyri henda bilin sum bíðaði eftir mótkoyrandi ferðslu, so hann kundi snara til vinstru, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder