Mentan

Filosofiskar salonir á Gamla Hotellinum

...

2016-01-13 07:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða.

Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru?

Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll.

Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.

Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. 220885 ella kann mail sendast til [email protected].

Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna hjá Gamla Hotellinum í Miðvági.

Filofiskar Salonir 2015/16:

13.01.16kl. 20.00 - 22.00: Tvídráttur (splittelse)

17.02.16 kl. 20.00 - 22.00: Siðmenning (dannilisi)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder