JN

Filmsbrot: Her kemur krúnsprinsahúsið til Havnar

...

2018-08-24 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Krúnprinshúskið kom fyrrapartin í gjár til Havnar við kongsskipinum Dannebrog
Hetta var samstundis startskotið til fýra daga longu vitjanina hjá krúnprinshúskinum og teirra fýra børnum.

Hetta er fyrstu ferð, at alt krúnprinshúskið vitjar í Føroyum.

Kongsskipið Dannebrog verður karmur um vitjanina. Kongsskipið Dannebrog hevur við jøvnum millumbili vitjað norðuratlantisku oyggjarnar, seinastu ferð var í 2016, tá ið hennara hátign Margretha drotning vitjaði Suðuroynna, Sandoynna og Tórshavn, og eisini í 2010, tá ið Drotningin og Heindrikur prinsur vitjaðu.

Fyrsta almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum í Føroyum var í 2005, tá ið tey vitjaðu saman við drotningarhjúnunum. Sostatt er vitjanin í ár tann seinna almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder