2020-12-14 16:14
Sáttmálaskeiðið er 3 ár og 3 mánaðir, frá 1.10.2019 til 31.12.2022.
Lønarhækkingin fyrsta árið er sum hjá øðrum feløgum, meðan lønarhækkanirnar annað og triðja árið eru í krónum.
Mánaðarlønin hækkar 795 kr. 1. oktober 2019.
Mánaðarlønin hækkar 698 kr. 1. januar 2021.
Mánaðarlønin hækkar 499 kr. 1. oktober 2021.
Herumframt eru onkrar smávegis broytingar í sáttmálatekstinum.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at lønarhækkanirnar eru í krónum øll trý árini, soleiðis at tey lægstløntu fáa lutfalsliga hægri lønarhækkan enn tey hægri løntu.
Semjan kann lesasther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald