Politikkur

Fíggjarmálaráðharrin brýtur stýrisskipanarlógina og kommunustýrislógina

...

2020-06-10 14:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Kommunurnar í Føroyum mótmæla avgerð Fíggjamálaráðsins um ikki at góðkenna sáttmálan, iðKommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið 3. juni 2020.

 Avgerðin ger seg inn á kommunala sjálvræðið á ein slíkan hátt, at hon stríðir grundleggjandi ímótiStýrisskipanarlógini (§56) og er beinleiðis brot á Kommunustýrislógini § 5 stk 5. 

Kommunurnar heita tí á landsstýrismannin um at endurskoða avgerðina skjótast møguligt.

Í mun til kommunustýrisskipanina 

Kommunalt sjálvræði er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði okkara. Kommunala sjálvræðið ertí staðfest í § 56 í Stýrisskipanarlógini. Við sjálvræðinum hava kommunurnar millum annað frælsi atskipa viðurskifti síni innan lógarinnar karmar, og hetta er allan vegin meginreglan íkommunustýrislógini: Ábyrgdarbýtið skal vera greitt ??? nógv greiðari enn áðrenn vit finguStýriskipanarlógina og ???nýggju??? Kommunustýrislógina frá ár 2000 ??? og meginreglan er tí, atlandsstýrismaðurin ikki skal góðkenna avgerðirnar hjá kommununum.  

Sum undantak frá hesi meginregluni er tó ásett í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, atlandsstýrismaðurin millum annað skal góðkenna lønarsáttmálar; men í viðmerkingunum er greitt frá,at hetta er fyri ???....at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinumog hjá kommunum.??? Góðkenningin skal sostatt til dømis ikki brúkast til at røkka onkrum politiskumendamáli hjá landinum, einasta løgliga atlitið við góðkenningini er at tryggja javna og samsvar millumlønarlagið hjá landi og kommunum. 

Ásetingin sigur ikki, at lønirnar skulu vera tær somu, og heldur ikki at landsstýrismaðurin skalgóðkenna hvønn smálut ??? so hevði jú eingin meining verið í, at kommunurnar samráðast fyri seg.

Fyrisitingarliga 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er eyðvitað politikari, men hann er samstundis evstifyrisitingarligi myndugleiki innan síni lógarøki. Tær avgerðirnar, sum landsstýrismaðurin tekursambært lóg, eru altíð fyrisitingarligar avgerðir, og nett somu krøv eru til eina fyrisitingarliga avgerð(um at hon til dømis skal vera lóglig, saklig og grundgivin), líka mikið um tað er landsstýrismaðurinella eitt av embætisfólkum hansara, ið setur hondina undir; men hendan avgerðin hjálandsstýrismanninum í fíggjarmálum livir als ikki upp til grundleggjandi krøvini til fyrisitingarligamálsviðgerð. 

Beint tvørturímóti endamálinum við heimildini at góðkenna sáttmálar, er endamálið við avgerðlandsstýrismansins at skapa ójavna millum lønarlagið hjá landi og kommunum á annars fult samlíkumsáttmálaøki. 

Landsstýrismaðurin grundgevur við øðrum orðum fyri avgerðini við at vísa til endamál, sum lóginals ikki hevur við, og sum stríða ímóti endamálinum við henni.Landsstýrismaðurin ???grundgevur??? avgerð sína við, at hann frammanundan hevur givið boð um, atstøðið í sáttmálanum, sum hann hevur gjørt við Starvsmannafelagið, ikki kann halda fram; menlandsstýrismaðurin hevur onga heimild at geva slík boð. ???Boðini??? eru tí ikki annað enn hansarapolitiska meining, og eyðvitað kann hvørki ein landsstýrismaður ella eitt vanligt embætisfólkgrundgeva fyrisitingarligu avgerðir sínar við politiskum meiningum.

Hetta ??? at misnýta tað valdið, sum lógin hevur givið tær til at fremja eitt heilt annað endamál enn taðsum lógin er um ??? eitur á lógarmáli ???valdsreingjan???, og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot. Umorsøkin er vánalig ráðgeving frá fyrisitingini ella tí at landsstýrismaðurin misnýtir vald sítt vita vitikki. 

Avgerðin hjá landsstýrismanninum er í øllum førum ikki bygd á saklig og viðkomandi fyrilitTí fara vit við hesum enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at endurskoða avgerðina. 

Kommunufelagið 10. juni 2020.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder