Politikkur

Fíggjarlóg 2021: Við varsemi og styrktari vælferð inn í framtíðina

...

2020-10-12 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ein ábyrgdarfullur og varin fíggjarpolitikkur, sum samgongan fer at reka komandi ár. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021 er lagt fram.

Vælferðin raðfest

Hóast koronafarsóttin hevur órógvað føroyska búskapin í ár, ið eisini ávirkar inntøkurnar komandi ár, so er løgmaður bjartskygdur um gongdina

"Føroyski búskapurin er millum teir í vesturheiminum, sum higartil er komin frægast gjøgnum koronufarsóttina. Vónandi fara vit, fólki og vinnan framhaldandi at standa saman í strí??num móti smittuni, so samfelagshjólini kunnu mæla so ótarnað sum tilber komandi tíðina," sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tað er ein sannroynd, at koronafarsóttin hevur eina stóra búskaparliga óvissu við sær. Eina óvissu, sum ger tað neyðugt hjá landsstýrinum at binda um heilan fingur. Nøkur stig verða tikin fyri at minka um vøksturin í útreiðslunum. Hesi stig geva rúmd fyri fleiri týdningarmiklum raðfestingum vælferðina. ??r rúgvuni kunnu nevnast:

  • Fólkapensjónistarnir fáa meira enn 1000 krónur meira at liva fyri um mánaðin

  • Barnsburðarfarloyvið er nú eitt ár

  • Betri fyribyrgjandi barnakanningar

  • Styrkja undirvísingina í føroyskum til tilflytarar

  • ??tbúgva fleiri yngri læknar og serlæknar

  • Tríggir nýggir bústovnar byggjast

Íløgur kring alt landið

Løgmaður fegnast um, at tað hevur eydnast samgonguni at gera eina langtíðarløguætlan, ið setur út í kortið, hvussu vit útbyggja landið komandi 10 árini. Talan er millum annað um íløgur í sjúkrahús, bústovnar, skúlar, vegir, brýr, tunnlar og skip.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 hevur Landsstýrið lagt seg eftir at gera fleiri íløgur kring alt landið.

Gevandi orðskifti

Seinastu tvær dagarnar hevur Løgtingið viðgjørt fíggjarlógaruppskotið fyri 2021. Løgmaður heldur, at orðaskiftið var siðiligt og gevandi, og sannlíkt er, at einstakar tillagingar verða gjørdar.

???Vónandi fáa vit eina góða og sakliga nevndarviðgerð í Løgtinginum komandi mánaðirnar, har samgonga og andstøðu kunnu leggja vanligu ósemjurnar til viks fyri at røkka nøkrum felags málum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder