Politikkur

Fíggjarligur stuðul til fólkatingsval frá danska statinum

...

2019-02-22 15:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú fólkatingsval verður um stutta tíð, og Føroysku flokkarnir fyrireika seg at stilla upp til fólkatingsval, er áhugavert at kanna eftir hvussu nógvan pening føroysku flokkarnir hava fingið yvir donsku fíggjarlógina fyri fólkatingsval.

Yvirliti sum víst er í punkt 5 vísir, at føroysku flokkarnir hava fingið 11.001.251,00 í tíðarskeiðinum 1987 til 2015. Eisini er yvirlit (punkt 2) frá Social- og Indenrigsministeriet hvussu nógv flokkarnir hava fingið frá 1998 til 2016.

Einasti flokkur sum hevur afturrinda fíggjarligan stuðuligin í sambandi við fólkatingsval er Sjálvstýri, sum afturrindað kr. 19.196,25 til Social- og Indenringsministeriets konto 0216-4069167020. Zakarias Wang sum eisini hevur stilla upp til fólkatingsval hevur ongantíð søkt um slíkan stuðul.

Hetta tilfar verður sent til kunningar:

1)Fyrispurningur um fíggjarligan stuðul til fólkatingsval frá Kára P. Højgaard, tingmanni til Dan Knudsen, ríkisumboðsmanni 2. august 2016, og svar hansara frá 20. oktober 2016. Umframt hetta er á síðu 2 til síðu 11 skrásett orðaskifti í Løgtinginum í sambandi við stuðulin.

2)Oversigt over udbetalt partistøtte frá 1998 til 2016 frá Social og Indenringsministeriet.

3)Kvittan fyri afturgjald í samb. við fólkatingsval 1998, sum Sjálvstýri afturrindaði 26.05-2016.

4)Samandráttur fólkatingsstuðul til føroysku flokkarnir frá 1987 til 2015 (11.001.251,00 mió.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder