Lýsing

Fíggjarleiðari til Pelagos Pf

...

2020-12-19 12:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Pelagos søkir við hesum eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.


Pelagos er eitt framleiðsluvirki í Fuglafirði, sum framleiðir og útflytur uppsjóvarfisk til altjóða marknaðin.

Um starvið
Arbeiðsstaðurin er á skrivstovu felagsins í Fuglafirði.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av:
??? Dagligu fíggjarstýringini og rapportering til deildir felagsins
??? Samlaðu fíggjarstýringsskipanini
??? Rakstrarætlanum og uppfylging av teimum
??? Uppfylging av fíggjarligu gongdini av felagsins rakstri
??? Røkja viðurskifti og hava samskifti við fíggingarstovnar, myndugleikar, grannskoðarar og ráðgevarar
??? Fyrireika tilfar til stjórn og felagsins deildir annars

Pelagos væntar at tú hevur
??? Hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og vera leiðari umframt góð samstarvsevni í felagins leiðslubólki
??? Hægri ella viðkomandi útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD í roknskapi, cand.merc.aud ella líknandi
??? Viðkomandi royndir innan roknskaparøkið umframt leiðsluroyndir
??? Neyðugar telduførleikar á høgum brúkarastigi
??? Góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt í bæði skrift og talu

Pelagos bjóðar
??? Eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einari fyritøku, sum er virkin á altjóða marknaðinum.
??? Góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.
??? At vera partur av einum toymi við góðum dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar
??? Løn og setanartreytir sambært avtalu

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum kann sendast til:

Pelagos Pf
Bakkavegur 62
530 Fuglafjørður
Att: Jóhan Páll Joensen

ella til [email protected]

innan 10. januar 2021. Vinarliga viðmerk ???umsókn fíggjarleiðari???

Spurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
Jóhan Páll Joensen
tlf. 777001
[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder