Sørvágs bygdaráð samtykti á bygdaráðsfundi mikukvøldið hin 27. november 2019 fíggjarætlanina fyri 2020.
Høvuðstølini eru hesi:
Skattaprosentið: | 21,0% |
Barnafrádrátturin: | kr. 6.000,- |
Mett skattainntøka: | 48.323.000,- |
Mettur P/F-skattur: | 2.000.000,- |
Skattur av eftirlønarinngjaldi: | 9.520.000,- |
Leiga | 764.000,- |
Flyting vegna DIS, FAS og frádráttir: | 3.943.000,- |
??tvegan av gjaldføri: | |
Tøkur peningur: | 4.147.135,- |
Lánsgjald: | 8.573.000,- |
Inntøkur tilsamans: | 77.270.135,- |
Rakstur: | 51.319.000,- |
Afturgjald av skuld: | 2.451.000,- |
Til íløgur: | 23.500.000,- |
Fíggjarætlanin javnvigar við: | 77.270.135,- |
Persónsskatturin lækkar
Síðstu árini hevur kommunan raðfest trivnaðin hjá børnum og ungum og at lætta um hjá barnafamiljum. Fyri tveimum árum síðani var barnafrádrátturin hækkaður, barnaansingargjøldini lækkaðu munandi, ungdómstilboðið í Sýsluni var sett á stovn, spæliplássið á Stakka var gjørt og svimjingin gjørdist ókeypis.
Sambært F??2020 skal lættin hesa ferð koma øllum borgarum í kommununi til góðar. Næsta ár lækkar kommunala persónsskattingin við 0,7 prosentum til tað, hon var í 2014 ??? úr 21,7%???um niður í 21,0%. Hetta merkir, at skattaborgararnir fara at rinda umleið 1.6 mió. minni í kommunukassan í 2020. Barnafrádrátturin verður framhaldandi 6 túsund krónur.
Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við góðum 77 mió. kr. Inntøkurnar eru mettar til kr. 77.270.135,-. Av hesum er persónsskatturin kr. 48.323.000 og partafelagsskatturin kr. 2.000.000. Restin er afturbering frá landinum til eldraøkið. Raksturin er mettur til kr. 51.319.000, og kr. 23.500.000 eru settar av til íløgur.
Íløgurnar verða fíggjaðar við góðum 9 mió. í rakstrinum, 4 mió. verða tiknar av tøkum peningi, meðan restin góðar 8 mió. verða fíggjaðar við lántøku.
Kommunan fer í 2020 at rinda slakar 2.5 mió. í avdráttum av láninum.
Íløgur í 2020
Støðugt vaksandi tal av íbúgvum í kommununi sæst aftur í tørvinum á íløgum. Sambært F??2020 ætlar Sørvágs kommuna at gera íløgur fyri 23,5 mió. kr. í árinum, sum kemur. Peningurin fer í høvuðsheitum til at gera ústykkingina á Middagsvarða lidna, prosjektering og bygging av nýggjum vøggustovum omanfyri Alvalon og nýggjar bátabrýr í bátahylinum. Peningur er eisini settur av til m.a. tað síðsta umvælingararbeiðið av heiminum á Sýnini, fríðkan av kommununi, kirkjugarðin og framhaldandi dagføring av spillivatnsskipanini (kunnað verður um hesi arbeiði seinni).
Aimé Jacobsen, borgarstjóri
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald