Politikkur

Ferslukanningin um at byggja tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar

...

2021-06-06 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ferðslukanningin.


Greiður meiriluti: 53% taka undir við nýggjum tunli millum Fútaklett og Vatnsoyrar.

Í apríl mánaði varð vegleiðandi kanning gjørd millum tey ið búgva fram við høvuðsvegnum gjøgnum Miðvág og Sandavág.

89 persónar svaraðu og fyrireikararnir fegnast um hesa góðu undirtøkuna.

Niðurstøðan er, at 53% taka undir við, at gjøgnumkoyrandi ferðslan verður leidd ígjøgnum nýggjan tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar.
21% ynskja aðra loysn og 26% ynskja onga broyting.

Fleiri takkaðu fyri átakið, ið vónandi førir til, at tunga gjøgnumkoyrandi ferðslan verður leidd uttanum tættbygdu økini - hetta skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðan.

Nøkur ynskja rundkoyring inni í nýggja tunlinum, so at teinurin millum Miðvági/Sandavági og t.d. Tórshavn ikki gerst longri enn hann er í dag.

Nakrar aðrar viðmerkingar eru eisini og fyrireikararnir hava gjørt hesar greiningar:
Nøkur ynskja tunnil av Fútakletti til Sandavágs. Fyrireikararnir siga, at hetta uppskot loysir bara trupuleikan við "Hálsinum", men loysir ikki
høvuðstrupuleikan, ið er nógva og tunga ferðslan húsanna millum í Sandavági og Miðvági.

Onkur sigur, at tað er ikki rætt at 135 húski avgera hvussu ferðslan skal skipast og at tað eru persónar og ikki húski ið eiga at svara.
Til hetta siga fyrireikararnir, at tað eru persónar ið svara og skriva undir. Eru fleiri ymisk svar úr sama hús, so bar væl til at svara ymiskt.
Hesi 135 húskini avgera einki - tey bara siga sína meining, og tað er bara tey sum búgva fram við vegnum ið tað snýr seg um í hesum sambandi.

Onkur ynskir nýggjan veg omanfyri Sandavág og Miðvág.Til hetta halda fyrireikararnir, at tað er ein ógvuliga kostnaðarmikil loysn, ið eisini
ger seg nógv inn lendið og vakra umhvørvið omanfyri bygdirnar báðar, umframt at hesin vegur kemur at liggja "uppi í kavanum".

Onkur nevnir, at Miðvágur og Sandavágur ynskja ikki gerast "útjaðari" ella "sovibygdir". Til hetta kann sigast, at t.d. Fuglafjørður er kanska fremsta vinnubygd í landinum, sjálvt um bygdin altíð hevur ligið sum útjaðari.

Til tey 26% ið onga broyting ynskja, siga fyrireikararnir, at nýggi tunnilin millum Fútaklett og Vatnsoyrar broytir als einki til tað verra fyri tey ið búgva fram við høvuðsvegnum. Tað vegasamband ið er verður verandi.

Nýggi tunnilin millum Fútaklett og Vatnsoyrar verður uml. 6,2 km. langur. Samanborið við nýggja Hvalbiartunnilin, so fer Vatnsoyrartunnilin at kosta umleið 500 mill. kr. Tá er søluvirðið av grótinum ikki drigið frá.

Fyrireikararnir takka hjartaliga fyri góðu undirtøkuna, sum kanningin fekk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder