Mentan

Ferðslutrygd á Vágafagnaðinum

...

2016-02-24 22:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á Vágafagnaðinum, 5. mars 2016, verður nógv at frætta um ferðslutrygd.


Í sambandi við, at ferðslutrygdarætlan skal gerast fyri Vága kommunu, gera vit eina ótryggleikakanning, har tú hevur møguleika at siga okkum, hvar tú kennir teg ótryggan og hví.

Saman við ótryggleikakanningini, verða m.a. ferðsluteljingar og upplýsingar um ferðsluóhapp partur av analysunum, sum koma at mynda ferðslutrygdarætlanina.

Ferðslutrygdarætlanin er eitt týdningarmikið amboð í ferðslutrygdarráðleggingini hjá kommununi og tryggjar at vit fáa mest ferðslutrygd fyri pengarnar.

Eisini luttekur Ráðið fyri ferðslutrygd við einum bási og umframt høvi at skifta orð um ferðslutrygd, kanst tú royna ymiskt:

  • Við Hvølvusi kanst tú royna megina í trygdarbeltinum, tá ein bilur melur runt. Eisini kanst tú læra, hvussu tú kemur trygt úr bili, sum endar á takinum. Aldursmark 15 ár.
  • Við Gølli ber til at royna bráðstøðg við bert 10 km/t. Tú upplivir at verða slongd/ur framav og kenna, hvussu trygdarbeltið heldur tær aftur. Aldursmark 15 ár.
  • Við rúsdrekkabrillum kann roynast, um tú klárar at ganga beint eftir linju í gólvinum.
  • Í spurnarkapping um trygd í ferðsluni verður kastað lut um vinning við kurv við lystimeti.
  • RFF vísir, hvussu súkkluhjálmur verður bundin rætt.


Kunning um nýggja byggisamtykt og bygdaplan á Vágafagnaðinum
Á Vágafagnaðinum, 5. mars 2016, verða nýggj byggisamtykt og bygdaplanur fyri Vága kommunu løgd fram.

Hetta er fyrstu ferð, at samlað byggisamtykt og bygdaplanur fyri alla kommununa er gjørd.

Ráðgevandi fyritøkurnar RÁÐ og Westtech hava gjørt uppskot til ávikavíst byggisamtykt og bygdaplan og luttaka teir á Vága fagnaðinum við hvør sínum bási, har møguleiki verður at seta spurningar, koma við uppskotum og broytingarynskjum.

Møtið fjølment og gevið okkum títt íkast til framtíðarætlaninar fyri Vága kommunu!


Spennandi kunningartiltak
Leygardagin 5. mars 2016 kl 14-18 bjóðar Vága kommuna til Vága fagnað í ítróttarhøllini á Giljanesi.

Á hesum spennandi kunningartiltaki verður møguligt at hoyra um framtíðarætlanir fyri Vága kommunu og hjá tær at fortelja okkum, hvat hevur týdning fyri framtíðina og trivnaðin í Vága kommunu.

Á Vága fagnaðinum verður millum annað møguligt at hoyra um nýggja byggisamtykt og bygdaplan, útstykkingarætlanir, víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági og nýtt Miðstaðarøki í Miðvági.

Skal tú byggja? Jarðfeingi fer at hava ein bás um nýtslu av grønari orku, tá bygt verður.
Møguligt verður at royna bilarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd (Hvølvus og Gøllur) og at geva títt íkast til ferðslutrygdina í kommununi, við at luttaka í ótryggleikakanning.
Eisini sleppur tú at síggja nýumvalda grindabátin '??rnin' frá 1892, sum Miðvágs bygdasavn eigur og nógv, nógv annað.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn, góð prát og hugnaligan tónleik við Jens Tummas Næs og Hans Ravnsfjall. Eisini verður okkurt til børnini.

Tiltakið er fyri øll - børn, sum vaksin - sum ynskja at vita hvat rørir seg í økinum.

Fleiri upplýsingar koma seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder