Vága kommuna hevur í síni heild tørv á tryggari farleiðum. Fleiri staðni er tørvur á gongugøtum, gongubreytum, súkklubreytum og parkeringsøkjum. Tørvur er somuleiðis á, at fáa tálma ferðini á fleiri vegastrekkjum.
Børn og ung eiga at kunna ferðast trygt til og frá skúla og fríðtíðarítrivum. Fleiri foreldur kenna seg noydd at fylgja sínum børnum yvir um vegin í tí nógvu og skjótu ferðsluni. Eitt nú á landsvegnum. Uppaftur fleiri velja at koyra síni børn aftur og fram, heldur enn at lata tey ganga ella súkla. Tað kennist ov ótrygt at lata tey ferðast sjálvi. Børn og ung kenna seg eisini ótrygg í ferðsluni. Tað er neyðugt at raðfesta almen parkeringsøki í øllum býlingum. Serstakliga har nógvir bilar savnast á vegnum og á gongubreytum.
Verður eitt nú hugt at Nesavegi / Húsanesvegi, har skúlabørn ganga í báðar ættir, koyra bæði bilar og lastbilar mangan alt ov skjótt eftir umstøðunum. Frá Nesavegi til Húsanesaveg verður vegurin smalri fyri síðan at breiðka aftur, og eingin gongubreyt er. Soleiðis skifta umstøðurnar á farleiðini áhaldandi frá einum vegastrekki til annað.
Strekkið við Giljanes er, sum sagt, als ikki eitt eindømi. Børn í barnagarðsaldri ganga eisini túrar í okkara bygdum, stundum framvið vegastrekkjum ið hava nógva ferðslu og onga gongubreyt. Ung børn eru sera ítøkilig, og mugu tí í størsta mun, hava eitt avmarkað økið at ganga á. Tað er neyðugt at gera bæði gongugøtur og gongubreytir fleiri staðn. Aðrir møguleikar eru at loysa hesar avbjóðingar, og soleiðis skapa tryggari farleiðir fyri allar okkara borgarar.
Vit á Framtíðarlistanum leggja stóran dent á, at tað skal vera trygt at ferðast til gongu og á súkklu. Eg vil arbeiða fyri at vit , skjótast gjørligt, fáa skapt eina samanhangandi farleið úr einum enda á kommununi í annan, har fólk kunnu ganga og súkkla trygt!
Elisabeth Haraldsen, valevni til býráðsvalið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald