JN

Ferðsluóhapp á landsvegnum í Syðrugøtu

...

2021-01-06 09:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt álvarsligt ferðsluóhapp millum 3 persónbilar er hent á Landsvegnum í Syðrugøtu.

Ferðslan verður í løtuni leidd gjøgnum bygdavegin í Syðrgøtu.

Heitt verður á bilførarar um at halda seg til Landsvegin í Syðrugøtu og ikki koyra eftir bygdavegnum uttan ávising frá politinum.

Eisini verður heitt á bilførara um at geva pláss fyri ambulansum sum eru ávegis til Landssjúkrahúsið við politieskortu.

Politi, ambulansar og sløkkilið er á staðnum og tí mugu tit verða ansin tá tit koyra og geva pláss fyri útrykningsakførum

Í løtuni vita vit ikki meira um óhappið.

Føroya Politi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder