2020-11-06 21:18
Ferðavinnan Nýggjur møguleiki.
Ferðavinnan hevur av álvara tikið seg upp, eisini her hjá okkum.
Tað sum er umráðandi er, at vit stýra ferðavinnuni og ikki umvent.
Grundleggjandi skulu vit nøkta tørvin hjá ferðafólki, her hugsi eg um toilett- viðurskifti og kunning. Ikki er neyðugt at byggja fleiri hús til hesi endamál, kommunan eigur bygningar í væl kunnu nøkta mesta tørvin.
Kunningarstovan skal gerast meir sjónlig og verður at tillaga upplatingartíðirnar eftir tørvinum.
Vit skulu harafturat skipa soleiðis fyri, saman við vinnuni og ognarunum, at útvald støð verða lýst sum ferðavinnumál. Kunningarstovan skal síðani gera faldarar og annað upplýsandi tilfar, ið lýsir hesi støð.
Vit eru fyrsta havn hjá útlendskum bátum, ið koma at vitja um summarið, og har kemur kaihylurin at vera eitt savningarstað.
Skúlin á Hamri skal setast í stand til brúk í ferðavinnuni um summarið og kundi hann verðið brúktur til nógv ymiskt spennandi um veturin. Skúlin skal standa, sum skúlin sá út, tá hann bleiv brúktur.
X við lista T
Reidar Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald