Politikkur

Ferðavinnan ??? okkara triðja búskaparliga bein

...

2019-07-07 19:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í mong ár var nógv tosað um at fáa onnur vinnulig bein at standa á í Føroyum, afturat fiskivinnuni og alivinnuni.

Í dag er hetta beinið ávegis einum veruleika við føroysku ferðavinnuni. Ferðavinnan hevur tikið dyk á seg farnu árini, ikki minst vegna miðvísum marknaðarátøkum frá Visit Faroe Islands.

Vit eiga ikki tó at gloyma tær dugnaligu fyritøkurnar innan ferðavinnuna í Føroyum, og tess starvsfólkum, sum síðstu árini hava hækkað munandi um tænastustøði og økt um útboði íhotelvinnuni, matstovuvinnuni, flutningsvinnuni, ferðaleiðaravinnuni og aðra staðni við.

At m.a. KOKS matstovan hevur megna at fingið heilar 2 Michelin stjørnur, umframt aðrar heiðurslønir, er eitt týðuligtprógv um, at tað í okkara matstovuvinnu eru ómetaliga nærlagdir og dugnaligir kokkar, tænarar og matstovuleiðarar, sum seta føroyska matskrá á heimskortiið.

At fleiri nýggj hotel eru í gerð í Havn er at frøast um, og er tekin um áræði og ber brá av jaligum framtíðarmetingum um ferðavinnuna í Føroyum. Vònin er eisini at vinnulig ferðavinna við skeiðsvirksemi kemur at økjast í lágorku tíð, tá onnur ferðafólk ikki eru her. Vónandi verður framgongdin jalig og vil ferðavinnan á hendan hátt skapa nógv arbeiðspláss og framburð til føroyska samfelagið.

Nógvir spurningar hava annars verið, um ein nýggj vinna skal vaksa óavmarkað, um vit skulu skerja talið av ferðamannaaskipum og undir hvørjum treytum útlendingar kunnu ganga í okkara náttúru.

Eg meti at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið til atfinningar móti ferðavinnuni.Avbjóðingarnar eru ikki størri enn at vit eiga at kunna gera nakað við tær áðrenn tær verða ein veruligur trupuleiki.

VIt eiga sjálvsagt fyri tað fyrsta at miðja eftir at ferðafólkini leggja so nógvan pening eftir seg í Føroyum til tær tænastufyritøkur innan ferðavinnuna, sum bjóða seg fram her.

Eg haldi avgjørt ikki at vit eiga at skerja talið av útlendskum ferðamannaskipum at koma til Føroya ??? eins og nýggja strategiin frá Visit Faroe Islands annars fráboðar. At vit yvirhøvur hava nøkur ferðamannaskip í Føroyum kemur í mestan mun av, at privatar fyritøkur og nakrar kommunur í áravís hava gjørt eitt miðvíst og stórt arbeiði til tess at vinna útlendskan pening til landið.

Ferðamannaskip eru millum annað viðvirkandi til at vit hava so nógvar góðar bussar í Føroyum, at vit hava góðar ferðaleiðarar, at sleipibátar verða keyptir, at vit hava eitt fjølbroytt tænastutilboð til onnur ferðandio.s.fr. Talið av vitjandi í Føroyum er sera lágt samanborið við okkara grannalond og kunnu vit menna hesa vinnuna skynsamt.

VIðvíkandi at ganga frítt í føroysku náttúruni eri eg av tí áskoðan, at vit eiga at seta krøv til ferðafólkini, bæði fyri at verja náttúruna og ikki minst fyri at verja ferðafólkini sjálvi. Rættast er helst at krevja at ferðaleiðari altíð er saman við bólkum ella einstaklingum av ferðafólki, tá tey ferðast í náttúruni. Vit hava alt ov ofta hoyrt um útlendingar, sum koma illa fyri í Føroysku náttúruni. Hesin trupuleikin eigur eisini at takast við í framtíðar avgerðini um rættin hja ferðafólki at ganga í føroysku náttúruni.

Eg vil arbeiða fyri at eisini føroyska ferðavinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir, verið eg valdur inn á Føroya Løgting. Aðalmálið hjá Fólkaflokkinum er eisini at vit hava eitt frælst og trygt Føroyskt vinnulív, ið sjálvt fær ágóðan fyri sín innsats.

Birgir Nielsen

valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder