Politikkur

Ferðavinnan í Vágum gongur undan

...

2020-11-03 21:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðavinnan hevur blómað seinastu árini, men tað tykist sum at hon er voksin skjótari enn fleiri okkara høvdu væntað ella ynskt. Her hugsi eg sjálvandi um gongdina undan Corona. Vit hava kanska ikki megnað at fingið tað burturúr, sum vit vildu ynskt.

Felagið Vágar hevur í mong ár rikið kunningardiskin á flogvøllinum og eisini eina kunningarstovu, sum menti ferðavinnuna í oynni. Stórsta orkan fór til kunningardiskin, at greiða fólki frá hvar tey finna eitt WC, nær bussurin koyrir o.l. Lítil orka var til at menna ferðavinnuna í oynni.
Fyri tveimum árum síðani fór nevndin í Felagnum Vágar undir eina tilgongd at broyta hetta. Vit fóru grundiga til verka og hava broytt bygnaðin heilt. Nú eru tað báðar kommunurnar í oynni, sum taka sær av Visit Vágar. Ein samstarvsavtala er gjørd ímillum kommunurnar og í samstarvsnevndini sita borgarstjórarnir og formenninir í vinnunevndunum. Hetta er eitt stórt framstig, og í veruleikanum ganga vit undan í Føroyskum høpi, og vera vit ein fyrimynd fyri onnur øki og kommunur. Oyggin er jú ein náttúrlig eind, og ferðafólkini hvørki kenna til, ella leggja í kommunal mørk.
Visit Vágar hevur sett Odu Andreasen at gera ein ferðavinnupolitikk fyri økið. Hesin verður liðugur í hesum mánaðinum, og vit hava júst sett nýggjan leiðara fyri at seta politikkin í verk. Vit meina at karmarnir fyri Visit Vágar nú eru í tryggari legu, og at hetta kemur oynni til góðar, bæði aktørum í ferðavinnuni, borgarum, vinnu og okkum øllum.
Tað, sum nú hevur stóran týdning, er at samstarvsavtalan ímillum kommunurnar báðar, kemur at virka í verki. Í henni sita borgarstjórarnir og formennirnir í vinnunevndunum.
Borgaralistin ynskir at ferðavinnan fær bestu kor at virka undir til gagns fyri allar áhugabólkarnar í oynni.
Set X við Heðin Poulsen
Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder