Vinna

Ferðandi nummar 3.000.000 við Atlantic Airways

...

2014-11-28 16:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjarta Arge gjørdist í morgun ferðandi nummar 3.000.000 hjá Atlantic Airways, tá ið Airbus 319 fór av flogvøllinum í Vágum kl. 08.15

Tíðliga í morgun fór ferðafólk nummar 3.000.000 hjá Atlantic Airways um borð á Airbus 319, sum setti kós ímóti Keypmannahavn klokkan 08.15.

Talan var um Bjarta Arge, ið skrivaði viðførið inn í Vágum í morgun, og sum harvið gjørdist ferðafólk nummar 3.000.000, síðani Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr 28. mars 1988.

Jørgen Holme, stjóri, tók ímóti og gleddi Bjartu Arge við tveimum ferðaseðlum, sum kunnu brúkast á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Ferðafólk nummar 500.000 fleyg við Atlantic Airways í juli 1998 ??? góð 10 ár eftir fyrsta túrin. Nummar 1.000.000 fór umborð í november 2003, og nummar 2.000.000 fleyg við føroyska flogfelagnum í mars 2010.

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways hava sostatt verið skjótt vaksandi síðani flogfelagið fór upp um milliónina í 2003, um sama mundið sum Mærsk Air gavst at flúgva á Føroyarutuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder