2020-03-08 11:41

Ferðamannskipið Magellan vitjaði Kollafjørð í gjár, við vóru umleið 1.100 ferðafólk - við manning vóru umleið 2.000 fólk umborð.
Veðrið var ikki av tí besta í gjár, vátaslettingur og kalt, men útferðir vóru gjørdar, bæði norður-, eystur, vestur- og suðureftir.
Skipið loysti av Kollafirði í gjárkvøldið, tað er nú áveg til Reykjavíkar, har tað verður tíðliga í morgin.
MAGELLAN er 221 metrar langt og 31 metrar breitt.
MAGELLAN vitjar í Føroyum á hvørjum árið, skipið hevur verið hvítt málað, men nú er tað blátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald