Politikkur

Feløg verð kallað til fundar

...

2019-08-30 18:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við samráðingar um nýggja samgongu , fari eg at taka stig til, at nevdin fyri Landsfelag pensjonistanna og onnur feløg verður kallað inn við byrjanini av samráðingunum. Hetta fyri at tryggja, at sjónarmið pensjonistanna verða løgd fram og at møguligar misskillingar fáast av vegnum. Hetta vil eisini tryggja, at tey lyfti, sum eru givin pensjonistunum undir valstríðnum koma til sín rætt og ikki hanga í leysari luft, næstu fýra árini. Tað sama ger seg galdandi fyri aðrar samfelagsbólkar, ið eru umboðaði av øðrum feløgum.

Tá skal tað standa sína roynd, hvørt lyftini bara vóru tóm ella givin í álvara.

Eiði, tann 30. august

Tordur J. Niclasen, listi H

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder