JN

Feløg slept uppá fjall

...

2020-04-24 14:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hjálparpakki 2 hevur til endamáls at hjálpa smáum fyritøkum. Men ikki allar smáar fyritøkur sleppa upp í part. Grundin er, at heitið fyritøka í hjálparpakka 2 ikki fevnir um feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli.

Nógv feløg eru í Føroyum, sum hava felagshús. Tey hava við felagsanda, stríði og strevi skapt karmar til sín sjálvs og til mentanarlív í nærumhvørvinum. Í størstan mun fáa feløgini inntøkur sínar til rakstur og viðlíkahald við at leiga út til brúdleyp, føðingardagar og onnur fólkarík tiltøk til gamans og álvara. Orsaka av koronastøðuni, landsins tilmælum og myndugleikans áheitanum er inntøkugrundarlagið í hesum døgum burtur. Kortini skulu føstu útreiðslurnar gjaldast. Rokningarnar til el, hita, fjarskifti, rentur, trygging o.a. detta inn á borðið hjá feløgunum. Hetta ger, at fleiri teirra kunnu koma í ta óhepnu støðu, at lykilin til felagshúsið má snarast um.

Starvsfólk, ið arbeiða hjá feløgunum, síggja teppið verða skrykt undan arbeiðsplássinum, tí arbeiðsgevarin er felag við almannagagnligum endamáli. Um arbeiðsgevarin var persónur, ið leigaði hølir út til egnan vinning, so var hjálparpakki 2 klárur at hjálpa. Men ikki til feløgini.

Møguleikin at sleppa upp í hjálparpakka 2 kann vera munurin á, hvørt feløgini megna at svara hvørjum sítt ella ikki.

Sum skilst, er enn ikki síðsta hond løgd á kunngerðirnar í samband við hjálparpakka 2. Mín áheitan á myndugleikarnar er at breiðka heitið fyritøkur í hesum sambandi, so at eitt nú feløg, ið hava almannagagnlig áhugamál, eisini eru fevnd av hjálparpakka 2.

Jónleif Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder