Politikkur

Felagslistin - ein kommuna fyri øll

...

2020-11-01 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu borgarar í Tvøroyrar Kommunu.


Nú stundar til kommunuval!

Havnir og bátahyljar.

Fyrst av øllum má verandi útbygging gerast liðug, hetta merkir, at ein loysn verður funnin, so bátar og smærri skip kunnu brúka keihylin, atløgubryggja verður gjørd á báðum síðum og flótibrúgv leggjast við norðrara keikant. Eystureftir skal vera ein terassa við plássi til borð og benkur.

Eisini má økið frá Delta og eystureftir gerast liðugt, so vinnan kann brúka økið. Keikantur skal gerast nakað eystari enn tann núverandi. Tað vil bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá virkinum á økinum, og samstundis kunnu bingjur og annað fáast av koyrivegnum vestur til bátahylin.

Ein annar trupulleiki, ið skal loysast, er tann tunga ferðslan, ið er á havnarøkinum og ígjøgnum býin.

Vit mugu saman við vinnuni fara í dialog við flutningsfyritøkurnar við tí endamáli at fáa inn- og útflutning at fara um keikantin á Tvøroyri. Um loysn verður funnin á hesum, so minkar tað munandi um tungu ferðsluna gjøgnum býin, nógvu ferðsluna á havnarøkinum, minni trýst á okkara farleið til Havnar og ikki minst gevur tað hetta inntøkur, so sum havnargjald og vørugjald.
Við vón um tín stuðul

X við lista T
Reidar Simonsen
See Less

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder