Royndirnar við felags ávísing í urologiini eru so góðar, at sama skipan skjótt fer at verða brúkt á øðrum viðgerðarøkjum í sjúkrahúsverkinum eisini. Ortopediin stendur væntandi næst fyri. Landsstýrismaðurin fegnast um, at góðu royndirnar bæði tryggja sjúklinginum bestu viðgerðina, stytstu bíðitíðina og leysgevur orku í sjúkrahúsverkinum
Síðani í fjør vár hevur ein felags ávísing virkað fyri sjúklingar við urologiskum sjúkum í Føroyum.
Felags ávísingin merkir, at í staðin fyri at kommunulæknarnir hvør í sínum lagi ávísa sjúklingar til urologisku deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum, so verður ávísingin nú send til ein felags ávísingarpostkassa í sjúkrahúsverkinum.
Ávísingarpostkassin verður umsitin av einum serlækna í urologi, sum síðani metir um, hvat av sjúkrahúsunum hevur besta viðgerðartilboðið til tann einstaka sjúklingin og stytstu bíðitíðina.
Tá núverandi leiðsla í sjúkrahúsverkinum tók við í 2019, var beinanvegin gjørt av at skipa felags ávísing innan urologi í Føroyum.
Knúsing av nýrasteinum er ein viðgerð, sum rúgvar nógv upp í urologiini, tí lutfalsliga nógv fólk verða rakt av nýrasteini.
Landssjúkrahúsið veitir fleiri ymiskar tænastur innan urologi, men Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús varða av tænastum innan nýrasteinsknúsing við hvør sínum viðgerðarhátti. Í Klaksvík hava tey síðani 2015 brúkt ultraljóð at knúsa steinarnar. Tað verður gjørt ambulant og uttan doyving. Í Suðuroy hava tey síðani 2018 brúkt lasertøkni til hesa viðgerð, sum verður latin sum dagskurðviðgerð, og sjúklingurin verður doyvdur.
Í sjúkrahúsverkinum siga tey, at skipanin við felags ávísing í urologiini riggar alsamt betri, tí tillagingar verða gjørdar so hvørt. Skipanin byrgir fyri óneyðugari bíðitíð og tryggjar, at sjúklingurin altíð fær tað besta viðgerðartilboðið á røttum stað. Hetta merkir eisini rasjonalisering í viðgerðini og økir tískil um generella kapasitetin í sjúkrahúsverkinum.
Við góðu royndunum innan urologiina er ætlanin skjótt at fáa felags ávísing innan onnur viðgerðarøki eisini. Her stendur ortopediin væntandi fyrst fyri.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um góðu royndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald