Politikkur

Familjur og persónarviðserligumtørviskulufáa bústaðatilboð herí Føroyum

...

2019-05-31 13:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Familjur og persónarviðserligumtørviskulufáa bústaðatilboð herí Føroyum

-Eitt av málunum, sumFólkaflokkurinfer at arbeiða miðvíst fyriá Fólkatingi,umvit fáa sesshar, er at kanna talið og tørvin hjá føroyskum familjum og persónumuttanlands, sum vegna serligan tørv hava verið noydd at flutt av landinum, tí nøktanditilboð og bústaðamøguleikareru ikkií Føroyum???og síðanskumpa undir ogsamstarvavið landsstýri og løgtingum at útvega hesumpersónumgóðar møguleikar og bústaðatilboð her heima, sigur Jákup Mikkelsen, valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið.
- Í inniverandi løgtingsvalskeiði, sum nú nærkast endanum, hevur núverandi landsstýrissamgonga fingið eina trísiffraða milliónaupphædd játtaða frá Føroya Løgtingi til at byggja bústaðir til serligan tørv, og samgongan hevur nú skjótt havt fýra ár til at fremja hesar byggingar.
- Kortini hevur samgongan sovið í tímanum og framt lítið og onki av hesum byggingum, sum eru alneyðugar, tí uttan hesi bústaðatilboð kunnu persónar og familjur verða noydd at flyta av landinum fyri har at fáa hesar fyri tey alneyðugu bústaðamøguleikar.
- Tíverri eru dømi um, at slíkar flytingar av landinum eru farnar fram, og hetta vil Fólkaflokkurin gera nakað við, sigur Jákup Mikkelsen.
Ein óvirðilig støða fyri
okkara ríka samfelag
- Fyri okkara samfelag, sum er eitt av teimum ríkastu í heiminum, er henda støða óvirðilig, tí sjálvandi hava vit væl og virðiliga ráð til at taka okkum av okkara veiku og tørvandi. Føroyar skulu verða fyri allar føroyingar.
- Í veruleikanum hava vit als ikki ráð at lata vera, tí uttan hesar persónar og familjur eru vit munandi fátækari sum samfelag. Nakað má gerast við hetta, og júst tað hevur Fólkaflokkurin miðvíst sett sær fyri. Her er ein fólkatingssessur eitt sera hent amboð til at kanna talið og tørvin á hesum øki.
- Ein fólkatingslimur kann ikki fremja nakra bústaðabygging í Føroyum, men hann hevur serliga góða atgongd til almennar upplýsingar og hagtøl í Danmark og hevur umsitingarligu játtanina og amboðini til at greina og varpa ljós á hendan tørv føroyinga í útlegd í Danmark, upplýsir Jákup Mikkelsen.
Eisini bjóða afturvendandi
sjúkraviðgerðir her heima
- Ein annar samfelagsbólkur her í Føroyum, sum hevur sera truplar og slítandi umstøður, eru teir persónar og teirra familjur, sum dragast við kroniskar sjúkur, ið krevja afturvendandi sjúkrahúsviðgerðir, sum ikki verða veittar her í Føroyum.
- Hesar familjur noyðast við jøvnum millumbilum, aftur og aftur, ta longu leið úr Føroyum til Danmarkar fyri at kunna fáa hesar lívsneyðugu sjúkraviðgerðir, og síðan flúgva tey heimaftur.
- Tað er sjálvandi ómetaliga gott, at hesi fáa atgongd til lívsneyðugu sjúkraviðgerðina, men samstundis er óneyðugt at siga, at drúgva afturvendandi ferðingin er ógvuliga slítandi og møðandi fyri bæði sjúklingin og familju hansara.
- Hetta er eitt annað av álvarsmálunum, sum vit í Fólkaflokkinum ??? um vit fáa møguleikan á Fólkatingi ??? viljakanna og lýsa nærri fyri at varpa ljós á hesar truplu og slítandi umstøður hjá viðkomandi persónum og familjum, sum javnt og samt noyðast av landinum fyri at fáa heilsubót, sigur Jákup Mikkelsen, valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið, sum verður 5. juni 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder