Politikkur

Familjan og vinnan raðfestast fremst - myndir

...

2019-08-13 12:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkaflokkurin legði fyrrapartin valskránnað til løgtingsvalið fram.

Dentur var lagdur á, at flokkurin raðfestir familjuna og vinnuna fremst, valskráin leggur dent á, at gera tað liviligari hjá føroysku familjuni.

Flokkurin vil hava eitt frælst land, fyritreytin eru frælsir borgarar, sum ráða yvir egnum viðurskiftum - eins og egnum pengum.

Vinnan skal hava tryggar og varandi karmar fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur. Fyri at tryggja vælferðina eigur búskapurin at vaksa skjótari enn tað almenna. Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág- og miðalløntum lækkast, og avgjøld skulu minkast ella avtakast - var boðskapurin frá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin stillar 28 fólk upp til løgtingsvalið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder