2014-11-26 05:30
Fagraberg hevur gjørt ein skjótan makreltúr vestur úr Hetlandi, teir sigla til Føroyar við 1.600 tonsum.
Fagraberg skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir koma á Fuglafjørð um 7-tíðina í morgin, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn á midnátt - í løtuni landar Atlantsfarið í Fuglafirði.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan. Teir søgdu at tað var heilt nógvur makrelur at síggja, Fagraberg var minni enn eitt døgn á feltinum. Tað er gott veður sunnanfyri, eitt lot av útsynningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald