
Fyri góðum 2 vikum síðani fóru FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali undir at framleiða smittuverju útgerð, sonevndir hjálmagluggar, sum verja t.d. starvsfólk ímóti at blíva smittaði av corona.
Tina Grønbech Tausen er leiðari á FabLab í Vági og greiður hon frá, at tey hesar gott og væl 2 vikurnar hava framleitt fleiri enn 1.100 hjálmagluggar, og bara í gjár fóru umleið 350 hjálmagluggar út frá FabLab í Vági og FabLab á Kambsdali.
Vit hava framleitt hjálmagluggar til eina røð av fyritøkum og stovnum, alt frá koyrilærarum til vælveru-klinikkir av ymiskum slagi, til trolarar, og vit hava eisini framleitt hjálmagluggar til Sjúkrahúsverk Føroya. Vit valdu frá byrjan at framleiða til øll tey, sum hava tørv á hjálmagluggum í mun til í Danmark, har donsku FabLab???ini bara framleiða til heilsustarvsfólk, sigur Tina ??? og leggur afturat, at hetta var eitt miðvíst val, tí vit vilja eisini virkað fyri at samfelagið so við og við kann latast meiri upp í tráð við tilmælini frá myndugleikunum.
Umframt á FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali, so verða hjálmagluggar eisini framleiddir av privatum, sum eiga 3D-prentara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald