Politikkur

Eysturheimurin og Vestergaard: Naivur uttanríkispolitikkur

...

2020-10-28 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

???Egkundi ikki skitið meiri á tað, um russarar flúgva yvir Føroyum, um teir so flúgva hvønn dag. Tað liggi eg ikki í andvekri av.???

Soleiðis var at lesa í grein í in.fo í seinastu viku, og landsstýrismaður Jacob Vestergaard átti orðini. Orðini fullu á tingsins røðarapalli sum aftursvar til grein hjá mær og Michael Aastrup Jensen um betri handils- og trygdarviðurskifti í Føroyum.

Tað er heilt ótrúligt, sum Fólkaflokkurin er broyttur og følir seg væl undir skjúrtuvelinum hjá kommunismuni og Putin. Ella vinkla teir hetta málið heilt skeivt.

Tað er eisini heilt ótrúligt, sum landsstýrismaðurin - sum annars ikki plagar at lata seg taka á fótum - er naivur í hesum máli, og tað fær meg at sakna greiða retorikkin og torutalunar frá floksfelaga hansara, ??la Breckmann.

Um Jacob Vestergaard hevði lisið greinina hjá mær og Michael Aastrup Jensen neyvari, so hevði hann vitað, at vit ongastaðni siga, at føroyingarikkiskulu útflyta til Russlands. Sjálvandi skulu vit útflyta til Russlands ??? vit útflyta til allan heimin, og tað skulu vit halda fram við.

Tað vit vísa á, er at vit ikki mugu gera okkum bundin at einum ódemokratiskum landi sum Russlandi, sum ikki fylgir vesturlendsku spælireglunum. Tá yvir ein fjórðingur av samlaða útflutninginum fer til Russlands, kann tað skjótt gerast viðkvæmt fyri føroyskan útflytning, tá geopolitiska støðan sær út, sum hon ger í dag.

Eg havi ikki gloymt, at EU vendi okkum bakið í 2013. Vit mugu ikki gloyma okkara søgu, men vit mugu eisini duga at hyggja frameftir, tí vit hava ein nýggjan veruleika í dag. Heimurin er broyttur. Arktis er vorðið ein brennidepil, ið øll stórveldi - bæði demokratisk og ikki-demokratisk - vilja hava ein part av.

Tað er ikki til stuttleikar, at Svøriki hevur hækkað sítt verjubudget við 40 prosentum. Og tað er ikki til stuttleikar, at norðmenn, sviar og finnar hava sligið seg saman við eini seravtalu innanfyri NORDEFCO fyri at verja teirra øki í Norðuratlantshavinum, sum eitt mótsvar upp á russisku hernaðardubbingina.

Russarar økja støðugt um militera aktivitetin í Norðuratlantshavi, og tað er staðfest, at teir førka seg longur og longur vestureftir, sjálvt um teir einki hava at gera her á okkara leiðum. Tað sóu vit longu í vár, tá russisk flogfør vóru nær við ??? ella í ??? okkara loftøki. Vit vita tað ikki, tí einki eftirlit er í økinum. Men tað er ikki tilvildarligt, at teir førka seg móti okkum.

Tað er heldur ikki av tilvild, at kinesarar byggja nýggjar ísbrótarar, hóast teir ikki júst eru eitt arktiskt strandaland. Tí er tað ótrúliga naivt at halda, at vit ikki kunnu gerast partur av konfliktini um Arktis. Tað er ein reellur møguleiki, sum vit mugu verða fyrireikað upp á.

Greinin hjá mær og Michael Aastrup Jensen vísir á, at vit skulu gerast uttanríkispolitiskt ???vaksin???, og taka tilvitaðar avgerðir um okkara verju- og uttanríkispolitik, so vit umgangast at gerast eitt trýstpunkt í tí nýggju geopolitisku heimsmyndini. Tað er at vísa ???rettidig omhu???, sum ein vísur maður var kendur fyri at taka til.

Ein liður í hesari tilgongdini er at optimera teir útflutningsmøguleikar, vit hava í vesturheiminum, og her er ES-marknaðurin upplagdur.

Lat meg tí enn einaferð sláa tað heilt fast: Vit tosa ikki um at taka nakran marknað burtur, vit tosa um at leggja ein afturat ??? tann størsta. Og á tann hátt kunnu vit, í samlaðu myndini, gerast minni bundin at Russlandi.

???Vaksin??? er ikki lýsingarorðið, eg vildi nýtt um uttanríkispolitikkin hjá Jacob Vestergaard og øðrum. Tá landsstýrismaðurin ???skítur á???, at russarar vanvirða føroyska loftrúmið, tykjast orð sum ???óbúgvin??? og ???líkasæla??? at vera meira hóskandi.

Er útsøgnin hjá landsstýrismanninum veruliga galdandi fyri almenna uttanríkispolitikkin hjá Fólkaflokkinum?

Tíðirnar í dag eru ikki, sum tær vóru í 2013, og vit eru noydd til at fyrihalda okkum til tann veruleikan, at stórveldini eru áhugað í økinum í og við Arktis ??? og harvið okkum.

Tað ræðir meg, at summir føroyskir politikarar ikki duga at síggja hendan veruleikan í eyguni. Og at fólkaflokksmenn kunnu sova trygt um náttina, um so hernaðarflogfør hjá russarum flúgva yvir Føroyum hvønn dag.

Taðkann fáamegat liggja í andvekri.

Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder