Eru nólsoyingar koplaðir úr samfelagnum?
- Áheitan á løgmann og fíggjarmálaráðharran
Høgni Hoydal
Nú er málið fult hjá nólsoyingum. Í langa tíð hevur ferðasambandið ikki verið nøktandi. Og harafturat eru javnan broytingar, ið gera sambandið uppaftur verri.
Nú seinast, varð Ternan send á sleipistøð á vetri ??? hóast tað kundi verið gjørt á munandi høgligari árstíð. Síðani varð lovað, at nýggja Erla Kongsdóttir skuldi bøta um ferðasambandið, meðan Ternan er á beding. Men nú eru atløguviðurskiftini ikki nøktandi ??? hvørki í Nólsoy ella í øðrum oyggjum.
Nólsoyingar standa tí aftur í eini støðu, har hvørki fólk ella farmur kunnu flytast í gerandisdegnum á nøktandi hátt. Fólk, ungdómur og skúlabørn aftra seg við at fara um fjørðin í ringum veðurlíkindum. Fólk við rørslutarni hava ikki nøktandi flutning. Rusk verður ikki flutt av oynni. Farmur verður bert fluttur sum stykkjagóðs.
Vit kunnu rætt og slætt ikki bjóða nólsoyingum ella fólki í Føroyum yvirhøvur hesar umstøður í 2020.
Tí heita vit í Tjóðveldi beinleiðis á landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, og á løgmann um beinanvegin at finna eina loysn fyri at betra ferða- og farmasambandið til Nólsoyar ??? eins og at tryggja, at nýggja avloysaraskipið kann leggja at í Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Hesti, Skúvoy og aðrastaðni við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald