Av og á verður granni okkara Hetland tikið fram sum eitt dømi um land, ið er so nógv sentraliserað, at tað er uttan tann dynamikk og fjølbroytni. Hetta skal eg ikki gera meg klókan uppá, men greitt er, at vit her í Føroyum hava notið sera nógv gott av, at okkara samfelag higartil hevur verið sett saman av nøkrum livandi og virknum landspørtum, bæði vinnuliga, mentanarliga, ítróttarliga, átrúnaðarliga o.s.fr. Hetta landafrøðiliga fjølbroytni hevur givið Føroyum eina dynamiska innanhýsis kapping millum landspartar við egnum samleika og virðismiklum sosialum kapitali, sum hevur skapt fíggjarlig framtøk og framburð og hevur viðvirkað til tað ríka samfelag, sum vit í dag hava. Men eg eri ræddur fyri, at vit eru í ferð við at avlíva okkara landafrøðiliga fjølbroytni, tí nú verður ALT landsalment virksemi sentraliserað! Byggja vit yvirhøvur longur land?! Eru vit ikki í ferð við ??? uttan at kenna avleiðingarnar ??? at stúva allar Føroyar saman í ein ópersónligan og óføroyskan bý?!
Eg má rópa varskó um ta einvegis sentraliseringstilgongd, sum í løtuni fer fram her á landi. Hygg bara at hesum fáu, men ómetaliga kostnaðarmiklu dømunum:
*Landsstýri og løgting brúka í løtuni næstan eina milliard av landsskattinum til LS í Havn
*Tey eru longu byrjað at tosa um at byggja eina psykiatriska eind fyri enn fleiri hundraðtals milliónir
*Ein onnur lítil milliard er og verður brúkt til Glasir í Havn
*Ein millióna upphædd skal brúkast úr landskassanum til ein nýggjan ringveg í Havn
*Ein landsstýrismaður tosar um at brúka nakrar milliardir til ein nýggjan flogvøll í Havn
*Og seinasta skotið á yvirvaksna sentraliseringsbulinum er júst komið frá nýggju landsstýriskvinnuni í skúlamálum, sum eftir fáar dagar í stólinum boðaði frá, at ein milliard afturat skal brúkast til at byggja eitt nýtt Seturs-kampus ??? í Havn, sjálvandi!
Meðan milliardirnar verða futtaðar av í Havn, er tað skomm at siga frá, hvussu lítið verður avrikað av landskassanum kring landið. Sum tvey umboðandi dømi kann eg nevna, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær ikki eitt oyra til íløgur og ábøtur, og Klaksvíkar kommuna má gjalda umleið helmingin av íløguni fyri at fáa Húsarhaldsskúla Føroya bygdan í Klaksvík.
Tað mest ræðandi er, at hóast umleið 20.000 av okkum gott 51.000 føroyingum búgva á Argjum, í Havn, í Hoyvík og á Hvítanesi, so hoyrist eingin kritisk rødd um nakra av hesum milliardaíløgum, sum altso bara verða gjørdar í Havn. Og tá ið nýggir landsstovnar síggja dagsins ljós, er niðurlagið tað sama, at alt má og skal liggja í einum og sama býi, sum er um at hokna undan hesi búskaparligu yvirupphiting.
Eg kundi hildið á, men hetta átti at verið nóg mikið fyri gløgga lesaran at síggja og staðfesta, at vit eru í ferð við at flyta og stúva alt alment virksemi inn í ein og sama bý, meðan landið Føroyar svinnur og fánar kring oyggjarnar.
Nei, hetta er ikki grenj, men einans staðfestingar av støðuni, sum hon í dag er í Føroyum. Vit eru á veg eina kós, sum tíverri líkist støðuni í Hetlandi. Avleiðingarnar eru bara ikki komnar so langt enn her heima, men kósin er hin sama: ein tvísporandi sentralisering, sum so við og við fer at hava ta avleiðing, at landið Føroyar tódnar og minkar niður í ein bý við nøkrum veikum og ódynamiskum forstøðum og sovibýum uttan egna mentan, vinnu og virkisføri.
Í Hetlandi er eitt nú eingin landskapping í fótbólti av tí einføldu orsøk, at har eru eingir burðardyggir landspartar, sum megna at lyfta og dynamisera hetta annars so tilfeingisríka grannaland okkara fyri sunnan, sum fyri einari øld síðan var langt framman fyri Føroyar í menning og framburði.
Har er bara ein býur, Lerwick, meðan restin av landinum er rættiliga máttleyst og uttan orku til at skapa nakran dynamikk.
Eru vit føroyingar í ferð við at gera tað sama? Eru Føroyar í ferð við at sentralisera øll síni sereyðkenni sum tjóð burtur?
Vit kunnu sentralisera
sosialan kapital burtur!
Ein álvarsamur og dýrur missur fyri okkara ríka føroyska samfelag, sum tann ósteðgandi sentraliseringin kann kosta okkum, er tann sosiali kapitalur og serliga ábyrgdarkensla, sum býr í teimum ymsu lokalsamfeløgunum kring landið.
Sleppur hon at halda ótarnað fram, sum nú, fer sentraliseringin við tíðini at mergsúgva máttin og megina úr teimum virknu landspørtunum, og so verður avleiðingin, at tann sosial kapitalurin og tað virkisfúsa initiativ, sum hesi einaferð sterku og livandi lokalsamfeløg enn eiga í sær, fer at doyggja ??? og tað kemur ongantíð aftur!
Eg gloymi aldrin fundirnar norðuri á Kósavirkinum í ringastu krepputíð í 1993, har tíggjutals menn og kvinnur savnaðust, tí okkurt mátti henda! Onkur mátti fáa kapital til vega, so Kósavirkið kundi lata uppaftur, og skipini kundu verða keypt aftur, so lív kom í vinnuna aftur.
Tann endurreisnin av Kósavirkinum er eitt livandi dømi um sosialan kapital í verki. Menn og kvinnur, sum høvdu ein felags samleika sum klaksvíkingar og norðoyingar, stóðu saman og tóku lógvatak fyri at endurreisa lokalsamfelagið í Klaksvík og Norðoyggjum. Og tað eydnaðist ??? takk og lov!
Góðu landspolitikarar! Góðu fólkavaldu! Í løtuni fer fram ein 100% einvegis sentralisering av øllum landsalmennum íløgum í stovnar og bygningar, ið so at siga allir sum ein verða staðsettir og útbygdir fyri milliardir av landsskattakrónum í einum og sama býi ??? í Havnini!
Og tú kanst saktans argumentera fyri hvørjari einstakari av hesum íløgum. Tær eru helst allar ??? isolerað sæð ??? bæði góðar og nyttugar. Men SAMANLAGT er gongdin heilt galin, tí í løtuni ger landskassin so at siga eina og áleina íløgur í Havn, og tí veksur og mennist tann eini býurin uttan tamarhald, meðan hinir smærru býirnir svinna og missa, og hesi lokalsamfeløgini, sum fleiri ferðir fyrr hava bygt land við samanhaldi og sosialum kapitali, tey gerast alsamt veikari og máttleysari.
Ynskja vit veruliga, at allir føroyingar um nøkur áratíggju skulu búgva í einum og sama býi, ið verður so stórur og ópersónligur, at ábyrgdin og ávirkanin ??? og harvið eisini áhugin ??? hjá tí einstaka langt frá verður tann sama sum í dag?! Eg ynski tað so avgjørt ikki, og tí hetta varskó!
-----
Farið og byggið alt landið!
Ikki, sum nú, bara ein bý!
Tann mest vanlukkuliga broytingin, sum hevur viðvirkað til núverandi hørðu sentralisering, var tá ið løgtingsvaldømini ??? mest sum yvir nátt ??? vórðu avtikin. Tann dagin flutti landspolitiska valdsjavnvágin frá okkara fjølbroyttu landspørtum og til tann býin, sum í dag fær alt landspolitiskt fokus, allar íløgu og landsstovnar.
Kommunurnar eru einasti og seinasti skansin hjá økjunum kring landið, og við mínum drúgvu royndum sum býráðspolitikari og borgarstjóri kann eg siga, at kommunurnar veruliga royna at gera sítt besta.
Nátúrliga liggur Klaksvíkar kommuna mínum hjarta næst, og eisini har gera býráð og nevndir sítt besta fyri at menna og styrkja lokalsamfelagið.
Men trupulleikin er bara tann, at landið vil alt í verðini ov lítið í næst størsta býi landsins.
Hvørjar eru tær objektivu grundgevingarnar fyri, at fleiri milliardir av íløgum í bygningar og landsstovnar verða gjørdar í størsta býnum, meðan næstan einki av hesum verður staðsett í tí næst størsta býnum?
Eg sakni, at ein landspolitisk ætlan verður løgd og sett í verk fyri íløgur í sjúkrahús, skúlar og landsstovnar annars, har hædd verður tikið fyri, at Føroyar er eitt land við fleiri størri og smærri býum og landspørtum, sum í dag eru og verða so væl samanbundin, at tað er púra nátúrligt, at íløgur landsins verður betur og rættari býttar millum landspartar og býir.
Hví er tað ikki púra naturligt fyri landið at menna ALT landið heldur enn so einvíst at leggja øll eggini í ta einu, stóru og dýru kurvina?
Klaksvík eigur sín part av
landspolitisku íløgunum
Sum býráðspolitikari í Klaksvíkar kommunu savni eg sjálvsagt mínar hugsanir um Klaksvík, næst størsta býin í landi okkara, sum eg meti verða fyri vanbýti, tá um íløgur landskassans í landsstovnar ræður.
Nógv er mist úr Klaksvík, millum annað sum avleiðing av, at land okkara verður alsamt betur bundið saman samferðsluliga, og sum lokalsamfelag mugu vit eisini liva við og góðtaka, at landspolitiskar rationaliseringar verða gjørdar.
Hinvegin hevur eitt samferðslunet tann eginleika, at tað er líka skjótt at koyra báðar vegir, tvs. tað er eisini skjótt at koyratiltann næst størsta býin í landinum, og tí er tað eisini burturvið, at ongar munagóðar, skilagóðar landskassaíløgur verða gjørdar í Klaksvík ??? tað eiga vit sum øki ikki at góðtaka.
Um vit hyggja at Klaksvík í dag við landspolitiskum brillum, so eru tað serliga tveir lutfalsliga stórir landsstovnar, sum liggja her, og sum veita tænastur til allar borgarar í landinum, og tí hevði tað verið púra nátúrligt ??? og eisini rætt og rímiligt ??? um landspolitikarar okkara løgdu og framdu eina útbyggingarætlan fyri hesar báðar stovnar í Klaksvík.
Landspolitiska íløguætlanin fyri Klaksvík kundi tí hóskandi verið í niðanfyri nevndu trimum pørtum:
1. Landspolitiskt verður samtykt, at Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) fær tillutað ein meira munagóðan part av viðgerðartænastunum hjá heilsuverkinum, sum hóskar til KS, og síðan verður ein verulig útbygging av KS fyrireikað og sett í verk, heldur enn at allar útbyggingar 100% bara skulu gerast á LS. Tvs. ístaðin fyri bara at útbyggja LS fyri milliarda upphæddir, verður ein nærri tilskilað útbygging ??? t.d. fyri 100 mkr. ??? framd á KS, samstundis sum útbyggingin av LS samsvarandi minkar eitt vet.
2. Landspolitiskt verður samtykt, at savna nakrar av teimum teknisku útbúgvingunum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík (TSK), sum í hesum sambandi verður útbygdur og dagførdur fyri 100 mkr. Samstundis verður Seturs-kampus verkætlanin, sum longu er alment proklamerað at fara at kosta eina milliard krónur, minkað eitt vet fyri at geva rúm fyri at útbyggja TSK.
3. Landspolitiskt verður samtykt ??? vísandi til at Klaksvík í áratíggjur hevur satsað upp á fiskvinnu, bæði á sjógvi og landi ??? at fremja eina stigvísa flyting av Fiskiveiðueftirlitinum, V??RN og tilhoyrandi stovnum til Klaksvíkar, har landið ger eina íløgu í bygningar til endamálið.
Ein slík landspolitisk íløguætlan hevði veruliga verið at bygt land, tí hon hevði ikki havt nakra skaðiliga avleiðing fyri Havnina, sum er í ótemjandi vøkstri í løtuni, men hon hevði fullkomuliga broytt og lyft næst størsta býin í landinum, Klaksvík.
Hetta hevði gagnað breiddini og fjølbroytninum í samfelag okkara.
-----
Hví hoyrast einki um stórar og spennandi, landsalmennar verkætlanir aðrastaðni enn í Havn? Hvar eru tey fólkavaldu, sum umboða økini kring landið? Eg kann ikki trúgva, at tit ongar ætlanir hava? Hví ikki taka lógvatak tvørtur um mørk fyri at byggja land ??? ikki bara ein bý!
Eru Føroyar, sum tær eru í dag, ikki verdar at varðveita við tí landafrøðiliga fjølbroytni og dynamikki, sum ríka land okkara?
Byggja vit yvirhøvur longur eitt fjølbroytt land?! Eru vit ikki í ferð við ??? uttan at kenna avleiðingarnar ??? at stúva allar Føroyar saman í ein ópersónligan og óføroyskan bý?!
Klaksvík, 26. februar 2019
Steinbjørn O. Jacobsen, tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald