Lýsing

Ergoterapeutur til Heimatænastuna í Vágum

...

2020-07-13 19:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður ergoterapeutur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagið. 

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. 

Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livur upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður væntað av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi. 

Ergoterapeuturin skal veita viðgerð og venjing á røktarheiminum og gera rehabiliterandi tilgongdir saman við borgarum, sum eru á rehabiliteringsdeildini. Til heimabúgvandi borgarar arbeiða við gerandisrehabilitering, seta fyribyrgjandi tiltøk í verk og viðlíkahaldsvenjing, ið verður veitt við tí endamáli, at borgarin gert meira sjálvbjargin og tí kann hava ein virknan gerandisdag sum longst. Samstarva við aðrar fakbólkar tvørtur um toymi og seta tørvin hjá borgaranum í miðdepil. Tænastan verður veitt til fólk yvir 67 ár í egnum heimi og á Sýnini. 

Í terapeuttoyminum í Heimatænastuni í Vágum starvast í løtuni ein deildarleiðari og tveir fysioterapeutar.

Søkt verður eftir:

-      Ergoterapeuti í barsilsfarloyvið á starvsbrøk 0,8 frá 1. Septembur 2020 til og við 31. August 2021 ella eftir nærri avtalu

Førleikakrøv

-      ??tbúgving, prógv og autorisatión sum ergoterapeutur

Uppgávurnar verða:

-       Veita viðgerð og venjing á røktarheiminum og til heimabúgvandi borgarar

-       Kanna, greina og meta um umstøður og førleikar hjá borgarunum

 

-       Veita viðlíkahaldsvenjingar, endurvenjingar og rehabilitering

-       Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum

-       Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til borgarar, starvsfólk og avvarðandi

-       Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við inn- og útskrivan frá rehabiliteringdeildini og sjúkrahúsið, bæði tvør- og monofakligt, eisini í samstarvið við visitatión

-       Meta um, útvega og umsita hjálpartól

-       Skjalfesta úrslit av venjing við skipaðum og miðvísum kanningum

 

Vit vænta at tú:

-      Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum

-      Hevur evni at virka og arbeiða sjálvstøðugt eins væl og tvørfakligt

-      Dugur væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu

-      Tolir broytingar og er opin fyri nýggjum avbjóðingum

-      Hevur telduførleikar á brúkarastøði 

 

Vit bjóða tær:

-      Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum 

-      Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi

-      Ávirkan á menningina av ergoterapeutiska og rehabiliterandi tilboðnum

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita við at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara á tlf. 793211 ella til Jóngerð M. Nielsen, leiðara, tlf. 793201

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið. Setanarstaður er Heimatænastan í Vágum.  

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: 
[email protected] Viðmerkið: ???Umsókn sum ergoterapeutur???. 

Umsóknarfreistin er 14. August 2020 kl.12.00

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder