Politikkur

Er tvangslóggáva loysnin, sum støðan er nú

...

2020-03-23 19:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevur boðað frá, at herd epidemilóggáva er klár at bera niðan í tingið. Lógin heimilar m.a., at heilsumyndugleikarnir kunnu seta í verk kanningar, viðgerð og sóttarhald við tvingsli. Lógin er longu samtykt í Danmark, hóast serfrøðin í danska heilsustýrinum mælti frá.

Í løtuni er støðan í Føroyum sammett við onnur lond ikki hættislig. Lutvíst tí myndugleikarnir her heima hava valt leistin at demma smittuna, svarandi til tilmæli frá WHO. Haraftrat sýnast føroyingar sum heild at hava tikið almennu tilráðingarnar til sín. Tó so, onkur hevur forbrotið seg. Og vit eiga øll at halda hvønn annan til svars. Enn vita vit ikki um, at nakar er í lívsvanda. Tí mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er neyðugt at seta í gildi lógir, sum gera seg so ógvusliga inn á grundleggjandi frælsisrættindi.

Hyggja vit at støðuni í DK, so hevur lógin enn ikki havt ætlaðan virknað og myndugleikarnir mugu enn einaferð stramma eftirlitið. Í Framsókn dámar okkum ikki hesa tvangslóggávuna. Vit viðurkenna, at serligar umstøður kunnu krevja álvarsom inntriv. Eisini at koronakreppan kann gera, at tað verður neyðugt. Men ein tvangslóg, sum støðan er nú, slóðar fyri tvangslógum í nógvum øðrum samanhangum.

Okkara ráð til løgmann eru: Halt á við at skera tilmælini út í papp, sum vit sóu á tíðindafundinum fríggjadagin! Tað skal ikki latast upp fyri egnum tulkingum viðv. sóttarhaldi o. ø. Hav so lógina klára, so hon kann samtykkjast skjótt, UM tað veruliga gerst neyðugt! Og til okkum øll: latið okkum taka tilráðingarnar í álvara og ikki vera bangin fyri at tala at, har vit síggja, at onnur ikki gera tað!

Ruth Vang, forkvinna

Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder