Eg kenni meg noyddan at tala at Tjóðveldinum, ið ferð eftir ferð roynir at karaktermyrða formann Fólkafloksins við ósannindum.
??trúligt at síggja Tjóðveldispolitikarar sleingja um seg við orðum sum ósatt og løddrøtt lygn um fólk í øðrum flokkum, serliga Fólkaflokkinum og formanni floksins.
Hetta hóast fakta átti at forbjóða seriøsum fólkum at brúka slíkt um onnur.
Men sannleikin er ofta illa lýddur, serliga í Tjóðveldinum, ið tykist at vera ovurviðkvæmt fyri sannleikanum.
Í mannaminni hevur Landslæknaembætið verið stað sett í Føroyum og føroyingur hevur røkt starvið.
Undir seinastu samgongu var embætið flutt til Danmarkar og ein dani settur at avloysa Føroyingin.
Tjóðveldi sat við valdið og hugdi tigandi at.
Nú tey hava mist valdið, byrja tey aftur at rópa og skuldseta onnur.
Hoyrdi í tinginum ein tingmann siga, at Tjóðveldi var besti andstøðuflokkur, ið til er.
Tí í andstøðu hava tey patentloysnir upp á alt, meðan tey í samgongu megna syndarligani lítið fyri ikki at siga onki.
Eg hugsi at hesi orðini eru nokk so sonn.
Nú skeldast tey, háða og spilla onnur út, og so biðja tey hesi somu loysa alt tað, ið tey ikki kláraðu sjálv.
Núsitandi samgonga loysir málini sum samgonga.
Hagartil hevur eingin hjálp verið at heinta frá Tjóðveldi í nøkrum.
Tey skuldseta og háspotta samgongufólk, fyri síðan við himmalvendum eygum eins og bønandi barn, biðja um breiðar semjur.
So NEI TAKK, Tjóðveldi má taka annað skinn um bak um samstarv er hugsandi.
Tað er bert ein sannleiki og hann eigur Tjóðveldi ikki, hóast tey halda seg vera "sannleikin, vegurin og sjálvt lívið."
VERULEIKIN: Seinasta valskeið, meðan Tjóðveldi sat við valdi í Heilsumálum, var Landslæknaembætið flutt úr Føroyum til Danmarkar og ein dani var settur at avloysa føroyingin, sum hevði sitið í embætinum.
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
Jóhan Eli Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald