Undirritaði, Heðin Mortensen, løgtingsmaður, havi í dag sett landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen skrivligan fyrispurning eftir § 52a um, hvørt tað var ein politisk avgerð at broyta siðvenjuna viðvíkjandi farloyvi hjá kommunustýrislimum.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1.Var tað ein politisk avgerð, nú siðvenjan viðvíkjandi farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga varð broytt beint fyri jól?
2.Kann landsstýrismaðurin greiða frá løgfrøðiligu grundgevingunum fyri hesi kúvending?
3.Metir landsstýrismaðurin, at starvið sum kommunustýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja?
4.Um so er, metir landsstýrismaðurin hetta vera fremjandi fyri kommunustýrisarbeiðið og álitið á kommunustýrisarbeiðið?
Brotágamla siðvenju
Talan var um hending undir einum steðgií fundinum í Tórshavnar býráð, umleið klokkan 17 hin 18. desember 2019, at borgarstjórin, Annika Olsen, í eini handavending megnaði at fáa eina niðurstøðu frá Umhvørvis- og vinumálaráðnum, sum sigur, at ein býráðslimur, sum er ífarloyvi, altíð kann taka sæti aftur í býráðnum.
??ll míni 47ár í býráðspolitikki hevur tað annars bæði verið almenn vitan og rimmarføst siðvenja, at fer býráðslimur ífarloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi samfullar 14 dagar ??? tað vil siga í 14 dagar í senn. Ert tú fyrst farin ífarloyvi, berí fyrsta lagi til at taka sæti aftur í býráðnum, tá teir fyrstu 14 dagarnir eru umlidnir ??? og frávik er onki sum eitur.
Hendan reglan, sum stendur í § 18 í kommunustýrislógini, hevur eyðvitað mangan komiðilla við hjá bæði einum og øðrum; men sum politikari er neyðugt at brúka reglurnar, og at virða tær. ??? Eri egónøgdur við eina reglu, má eg arbeiða fyri at broyta hana, ikki at bróta hana!
Endamálið við ásetingini um farloyvi
Tá vit hava viðgjørt hesa regluna, bæði á skeiðum fyri býráðslimir og við løgfrøðiligar ráðgevar annars, hava vit fingið at vita, at reglurnar eru, sum tær eru, tí at býráðsarbeiðið er ein borgaraskylda: Ein kommunustýrislimur skal ikki kunna skáka sær undan at taka avgerð í truplum málum. Tí eru eisini strong formlig krøv sett í lógin fyri at kunna fara ífarloyvi, og tíer eisini so umráðandi, at vit sum varða av og virka undir hesum lógum virða tær.
Hinvegin tryggja reglurnar í § 18 í kommunustýrislógini, at kommunustýrislimur hevur áleið sama rætt sum onnur til at taka sær frí vegna sjúku, og í sambandi við at hann hevur aðrar umráðandi skyldur at røkja ??? og eisini at kommunustýrislimur skal hava rætt til at halda frí eins og onnur.
Reglurnar um tiltakslimir tryggja, at hóast ein kommunustýrislimur hevur rætt til lógliga at fara frá býráðsarbeiðinum, so nýtist hetta ikki at skeikla politisku javnváginaí býráðsarbeiðinum.
Innihald og orðaljóð
Reglurnar í § 18 í kommunustýrislógini eru fyrst og fremst um, nær kommunustýrislimur hevur rætt til farloyvi, og hvussu vera skal við tiltakslimum. Í viðmerkingunum til hesa lógargreinina verður til dømis greitt frá, hvat er lógligt forfall.
Tað stendur ikki staðiligaí lógini, at býráðslimi er bannað at møta aftur, fyrr enn teir 14 dagarnir eru umlidnir; men orðingin í lógini er???Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv síttí meira enn 14samfullardagar.....???. Sprota vit???samfullur???, stendur ???samfeldur (1), í heild??? í móðurmálsorðabókini, og undir fyrsta týdningi av ???samfeldur??? stendur ???ið ikki slitnar sundur, heilur (1), samanhangandi, samfastur, framhaldandi???.
Eingin ivi eigur tí at vera um orðaljóðið í lógini. Er tað tað, so verður hesin ivin burtur, tá vit í viðmerkingunum til § 18 kunnu lesa:???í minsta lagií 14 samfullar dagar. Vit hava somu orðingí Tingskipanini, har stendur:???í minsta lagií 7 dagar, og í Tinginum verður eisini hildið rimmarfast um, at ein sum er í farloyvi eftir hesi reglu ikki kann taka sætið aftur fyrr teir fyrstu 7 dagarnir eru farnir.
Verandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vísti á, at tað stendur í kommunustýrislógini, at ???tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomni tiltakslimurin út???. Tað er rætt, at hetta stendur í lógini, men tað stendur ikki í § 18 í lógini, sum er um umstøðurnar, tá býráðslimur kann fara í farloyvi, og tiltakslimur koma í staðin. Harafturímóti stendur tað í § 19. Viðmerkingarnar til § 19 eruóvanliga stuttar og greiðar: ???§ 19 er tikin við til tess at gera málið um ta veruligu útskiftingina greidligari, serliga við atliti, at mannagongdini, tá ið fleiri tiltakslimir eru inni í senn???.
Hetta ber ikki til at misskilja, og siðvenjan hevur veriðrimmarføst, bæði undir hesi lógini og teirri gomlu kommunulógini. Tí er hendan kúvendingin eitt álvarsmál, ið eigur at vera viðgjørd og greinað út í æsir.
Prinsipielt fyri fólkaræði
Í mínum hugaheimi er hetta eitt heiltóvanliga prinsipielt mál, sum reisir tveir sera grundleggjandi spurningar um fólkaræði/demokrati:
Annar spurningurin er, undir hvørjum umstøðum umsitingin bara soleiðis kann velja at kúvenda frá eini fastari, gamlari og rótfestari lógartulking og siðvenju á einum øki.
Hin spurningurin er, hvussu vit skulu meta um starviðsum kommunustýrislimur: Er tað eitt álitisstarv og eitt borgarligt umboð, sum hvør einstakur býráðslimur hevur fingið, og hevur skyldu til at røkja eftir bestu sannføring og evnum, alt tað ber til?
Ein av grundsteinunum undir skipanini higartil hevur í øllum føri verið, at kommunustýrislimir hava møtiskyldu, og góðar formligar orsøkir skulu til ikki at taka lut í viðgerðum áformliga lýstum fundum. Stórur dentur hevur verið lagdur á hetta, at kommunustýrislimir ikki skulu kunnað skáka sær undan viðgerðum, sum av onkrari orsøk ikki hóvar teimum ??? og tí hava reglurnar kring farloyvi verið strangar og fastar. Um nýggja niðurstøðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum verður galdandi frameftir, so fer júst at bera til at skáka sær undan við at fara ífarloyvi (í minst samfullar 14 dagar), men dagin eftir at broyta hugsan og taka sætið aftur ??? ein kann uttan himpr fara og koma sum einum lystir.
Tí spyr undirritaði at endan, um landsstýrismaðurin og umsiting hansara veruliga meta, at starviðsum kommunustýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja, soleiðis sum hann ella hon finnur fyri gott?
Tórshavn hin 26. januar 2020
Heðin Mortensen, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald