Politikkur

Er sølan og nýtslan av cannabisheilivági økt síðani samtyktina fyri 9 mðr. síðani

...

2020-02-11 07:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

1.Hvørji úrslit síggjast av uppskotinum um at fáa donsku royndarskipanina við cannabisheilivági til eisini at fevna um Føroyar?

2.Er sølan og nýtslan av cannabisheilivági økt síðani samtyktina fyri 9 mðr. síðani?

3.Veit landsstýrismaðurin at siga, hvørjar sjúkur og hvørji symptomir medicinskur cannabisheilivágur verður brúktur ímóti her á landi?

4.- - - - um ætlanir eru um royndarframleiðslu av cannabisheilivági í Føroyum?

5.Hvørji sløg av cannabisheilivági verða framleidd á apoteksverkum okkara?

Hin 3. mei 2020 samtyktu 30 av 32 tingfólkum løgtingsmál nr. 170/2018 soljóðandi:

???Løgtingið heitir á landsstýrið um, sum skjótast, at taka neyðug stig til at fáa donsku royndarskipanina við cannabisheilivági eisini at fevna um Føroyar."

Uppskotið hevði sum endamál at veita álvarsliga sjúkum ta bestu hjálpina, læknavísindin megnar at geva, og varð av bæði løgtings- og landsstýrisfólkum úr øllum flokkum mett at vera bráðneyðugt.Spurt verður tí um, hvat er hent við hesum máli, síðani eitt nærum einmælt Løgting samtykti tað.

??r Danmark frættist um økta framleiðslu og mong nýggj sløg av cannabisheilivági á marknaðinum, síðani lógin har kom í gildi.

Lítið frættist um, hvat er hent í Føroyum. Kanska í tráð við at hagtøl og framleiðsla av hagtølum tíverri ikki er okkara sterka síða.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder