Politikkur

Er nú Smyril Line eisini ein politiskur miðlatrupulleiki?

...

2016-03-17 10:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

21. september í 2011 bað landsstýrið Løgtingið um heimild at niðurskriva partapeningin hjá landinum í Smyril Line, samstundis sum aðrir íleggjarar skuldu tekna nýggjan partapening.

??tlanin við lógaruppskotinum var at heimila landsstýrinum at umskipa kapitalgrundarlagið hjá Smyril Line.

Upplýst bleiv fyri Løgtinginum, at við úrslitunum fyri 2009 og 2010 var greitt, at alneyðugt var at styrkja bæði gjaldføris- og kapitalgrundarlagið hjá felagnum.

Hóast Smyril Line hevði framt sparingar og rasjonaliseringar, so var gjaldførið hjá felagnum ringt.

Tí stóð Smyril Line aftur á einum vegamóti. Fekk felagið ikki nýggjan kapital, vóru eingi útlit fyri, at tað kundi halda fram, og so var Norrøna gloppin føroyingum av hondum med alla, og við henni ferðafólka- og farmaleiðin til útlendingar at røkja.

Eisini lá á ljóði, at útlendskir íleggjarar (allarhelst norðmenn) lógu framvið at ogna sær skipið.

Støðan var tí sera álvarsom. Vísti Løgtingið atgerðarloysi fór farleiðin og øll ekspertisan fyri bakka, og samfelagið alt stóð tí fyri óbøtandi missi - ikki minst ferðavinnan.

Tað var faktiska støðan í september 2011.

Partaeigaraavtala fortreyt
Tað almenna vildi ikki skjóta meira pening í Smyril Line og tí var uppskotna loysnin at fáa nýggjar íleggjarar til felagið fyri at styrkja kapitalgrundarlagið, og var tað ein fortreyt fyri at gjøgnumføra uppskotið, at nýggju íleggjararnir fingu møguleika at tryggja sær ávirkan á Smyril Line við at gera partaeigaraavtalu við táverandi høvðuspartaeigarar.

Hóast vinnunevndin harmaðist um, at skotbráið var sera stutt at viðgera hetta álvarsmál, so var nevndin samd um at mæla Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, sum Løgtingið síðani samtykti.

Sostatt varð Smyril Line bjargað av eggini, og hevur felagið síðani miðvíst megnað at fáa vaksandi avlop. Ella sagt øðrvísi, so hava verandi og nýggju íleggjararnir í síni strategi bjargað eitt tað størsta ferða- og farmaaktivið í landinum.

Einki alternativ
Men nú er tað heldur ikki gott.

Váðafýsnu áleggjararnir í P/F 12/11-2011 (Skansi Offshore), sum í roynd og veru bjargaðu Norrønu, eru nú undir illgruna fyri at hava gjørt ein alt ov góðan handil, nú teir sambært parteigarasáttmálanum hava ognað sær meirilutan av partabrøvunum í Smyril Line.

Spurningurin er, hvørjum samfelag liva vit í? ??ll vistu hvussu trupul støðan var hjá Smyril Line í 2011. Alt lá í andleypi. Altjóða fíggjarkreppan leikaði sum harðast. Landið hevði ongar møguleikar at seta meira pening í felagið.

Framtaksgrunnurin kundi missa allan sín innskotna partapeningi, samstundis sum nýggju íleggjararnir tóku á eg ein sera stóran og óvissan váða.

Tí hoyrdi vit eisini stjóran í Framtak í ??F siga, at teir mettu ein kursvinning frá 121 til 130 at vera ein góðan handil fyri grunnin, soleiðis sum útlitini vóru. Alternativið var, at Smyril Line ikki var til í dag.

Handilin og partaeigarasáttmálin vóru sostatt ein spegilsmynd av støðuni og útlitunum tá.

Er best um tað gongur illa í hond?
Síðani privatu partaeigararnir skutu kapital í Smyril Line, hevur felagið havt vaksandi yvirskot ár undan ári, og er eginpeningurin nærum tvífaldaður.

Nú er so komið undan kavi, at Skansi Offshore hevur brúkt síni rættindi sambært løgliga partaeigarasáttmálanum, og hevur allarhelst gjørt ein góðan handil. Og tað vekir eftir øllum at døma forargilsi.

Mundu hesi sum nú kritisera kanska verið meira nøgd, gekk tað illa í hond hjá Smyril Line og íleggjarunum?

Spurningurin er tí, skal einki hepnast í Føroyum?

Hví eru so mong á gosi, tá fyritøkur fáa tað at bera til? Og hví halda so mong, at júst tey eru snýtt, tá vinnuligt virksemi hepnast?

Kanska kundu miðlarnir greina hesar spurningarnar.

Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder