Er løgmaður rætt endurgivin ??? ella er hann farin út um samgonguskjalið ?
Í útvarpstíðindunum á middegi 1. november var løgmaður endurgivin fyri at hava sagt fylgjandi: ???Samgongan hevur sett sær fyri at menna og styrkja ríkisfelagsskapin??????og vónandi kann fundurin(við Mette Fredriksen) verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiði..???
Havi nærlisið samgonguskjalið og dugi ikki at finna eitt orð, har sagt verður, at ???samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin??? ??? og mær vitandi, finst einki ???undirskjal???.
Um løgmaður er rætt endurgivin, so havi eg tørført at ímynda mær, at hansara úttalilsi botnar í tilsøgn frá hinum báðum samgonguflokkunum!? Sostatt hevur hann ikki nakra ???samgongu paralmentariska??? heimild at fara undir slíkar samráðingar.
Skal farast út um samgonguskjalið, so haldi eg, at tíðin er komin, at taka upp samráðingar um, í sátt og semju, at ???avvikla??? rikisfelagsskapin og kundi tann spurningurin hóskandi verið at tikið upp í samband við vitjanina hjá Mette Fredriksen.
Uttan iva finst meiriluti í samgonguni ??? og á tingi - fyri tí.
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald