Politikkur

Er lívsneistin kódnaður í hr. Niclasen

...

2021-05-18 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meðan ketilin floytaði og eggini kókaðu, kl. 7 í morgun, rendi eg pannuna inn í ein tíðindamúr úr lurtinum, sum næstan kendist surrealistiskur. Ella í stríð við veruleikan. Brot vóru lisin upp úr einum svari, sum Jørgen Niclasen hevði latið mær, nú eg sat nakrar dagar á tingi fyri kortum. Spurt var um ríkisveitingina donsku. ??r lurtinum hoyrist bara um armóð og verðsins enda, um hesir donsku náðimolarnir tódna niður í onki. Nú bað eg um eitt búskaparfrøðiligt og fyri alt her í verðini ikki um eitt politiskt ella partapolitiskt svar. Tí eru hetta ikki orðini hjá Jørgen, men ein útgreining frá umsiting hansara. At ??tvarpið lesur og tulkar svarið soleiðis, sum Beelzebub lesur Heilagu Skriftirnar, kann vera ein ábending um, at tíðindadeildin í Kringvarpinum hevur eina ivasama tjóðskaparpolitiska dagsskrá.

Jørgen Niclasen svarar (https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9638):

·- at danska ríkisveitingin var um 995 mió. kr. í 2001. Hetta svaraði til 10% av føroysku BT??, sum tá var um 9,5 mia. kr.

·- at útreiðslurnar hjá landskassanum í 2001 vóru um 3 mia. kr. og inntøkurnar um 3,7 mia. kr. Danska ríkisveitingin var tí um 27% av inntøkunum og 33% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2001.

·- Eftir at danska ríkisveitingin varð skorin við 366 mió. kr., var hon í 2003 18% av inntøkunum og 18% av útreiðslunum hjá landskassanum. Ríkisveitingin var tá um 6% av føroysku BT?? hetta sama árið.

·- Í 2019 var føroyska BT?? um 20,9 mia. kr. Danska ríkisveitingin var tá um 632 mió. kr. Hon var hetta sama árið 11% av inntøkunum og 12% av útreiðslunum hjá landskassanum. Ríkisveitingin var um 3% av føroysku BT?? í 2019.

·- Um ongin broyting var hend viðvíkjandi donsku ríkisveitingini fyrst í hesari øldini, hevði hon framvegis verið 973 mió. kr. Í mun til mettar inntøkur í 2021 hevði hetta svarað til 17% av inntøkum landskassans. Hevði ríkisveitingin hinvegin verið javnað við 2% um árið síðan ár 2000, hevði hon nú verið um 1,5 milliardir krónur ella 26% av mettu inntøkunum og 24% av mettu útreiðslunum. Ríkisveitingin hevði við hesi gongd verið 5% í 2019 og 7% í 2021 av mettu bruttotjóðarúrtøkuni.

Síðan kemur ein statisk umsitingarlig svada (svar no. 5), sum eftir øllum at døma av álvara hevur kitlað politisku antennurnar í Sortudíki. Serstakliga positiva gongdin í 20 ár hevur í mun til hetta als ongan áhuga. Svarað verður, hvat ið hendir, um ríkisveitingin verður skorin árliga við einum fjórðingi tey næstu 4 árini. Fyritreytin fyri svari no. 5 er, at ríkisveitingin minkar og at samfelagið annars frystir. Totalt. Onki broytist sambært hesum í einum annars serstakliga livandi samfelag.

Tey flestu minnast jammurin, venanina og rossatárini fyrst í hesari øldini, tá roynt var at gera Føroyar til eitt búskaparliga sjálvberandi samfelag, m.a. við at minka um donsku ríkisveitingina. Eitt taxametur, á eini partapolitiskari heimasíðu, gjørdi greitt, hvussu nær deyðin stóð frá duri okkara. Vit báðir fíggjarmálaráðharrin vóru partar av átakinum, kutingarsemjuni, sum onkur helt hava apokalyptisk brá ??? fyrivarningurin til ein føroyskan heimsenda.

Stórliga minkandi bundnið av danska gjaldinum fyri vald ??? seinastu 20 árini ??? gongur sjónliga fram av svarinum hjá hr. Niclasen. Samstundis staðfestir hann, at føroyski búskapurin er vorðin væl meiri enn tvífalt so stórur hesi somu árini. Kann ætla at nakað tað sama hendir, táið tjóðin verður loyst uppaftur meiri úr útlendska tjóðrinum.

Løgið at slíkur sorti í morgun skuldi skugga fyri eygunum á redaktiónini á public service stovninum, at teir als ikki varnaðust ta 20 ára longu processina í svarinum, men bara hitt steindeyða svarið, brotpartin, sum teir halda fráboða verðsins enda, um føroyingar bara skuldu roynt tann sjálvsagda leikin, at staðið uppi av sær sjálvum.

Mangt bendir á, at lívsneistin ikki er kódnaður í seyrvinginum, sum einaferð sat í Kvíggjartúni og nú á Reyninum, men heldur at ein politisk agenda í Sortudíki vendir orðum hansara, fyri at fáa ætlaðu tjóðniðurlaðingina so leskiliga at súpa hjá teimum, ið tíma at leggja oyruni til hetta útvarpaða mistreystið.

Líkamikið hvussu ymiskar okkara fatanir annars eru, áttu vit sum minsta mát at savna okkum um burðardygga stoltleikan, sum kemur burturúr tí, at megna sítt egna húsarhald ??? tað veri seg persónliga ella tjóðskaparliga.

Tórbjørn Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder