Er Javnaðarflokkurin veruliga ein anti-semitiskur flokkur?!
Tað er ófrættakent at merkja, hvussu sterkar neiligar kenslur Javnaðarflokkurin og leiðari floksins hava ímóti, at Føroyar knýta formlig vinabond við Ísrael, einastu demokratisku tjóðina í mið-eystri. Og enn meiri álvarsamt kennist tað, tá ein hugsar um, hvat anti-semitisman upp gjøgnum søguna hevur elvt til av vanlukkum og sorgarleikum.
Síðan sitandi samgonga tók við, hava vit hoyrt millum lítið og onki til Javnaðarflokkin, sum í undanfarna valskeiði brúkti hundraðtals milliónir í meirnýtslum til fleiri risa íløgur, uttan at tásitandi løgmaður tók nakra politiska avleiðing av tí.
Men nú okkara landsstýrismaður í uttanríkismálum, Jenis av Rana, hevur í hyggju at seta á stovn eina sendistovu í Ísrael, sum er einasta demokratiska tjóðin í miðeystri, og sum telist millum fremstu tjóðir á fleiri áhugaverdum økjum, vaknar Javnaðarflokkurin brádliga úr sínum tornurósusvøvni.
??tlanin um eina føroyska sendistovu í Ísrael er bæði áhugaverd og fer at geva landi okkara fleiri nýggjar og ríkar menningarmøguleikar, tí Ísrael er millum fremstu tjóðir á so mongum økjum. Men hetta tykist Føroya Javnaðarflokkur ikki leggja petti í. Og tað er verri enn, tí í veruleikanum avdúkar flokkurin sínar egnu sera neiligu kenslur ímóti landinum Ísrael.
Síðani Javnaðarflokkurin uppdagaði, at Jenis av Rana fer at seta í verk hesa spennandi og jaligu ætlan, sum fer at hava ein ógvuliga avmarkaðan kostnað við sær, hava oddamenninir í flokkinum ikki havt nakran frið á sær.
Fyrstur kom fólkatingslimurin hjá flokkinum undan kavi fyri nøkrum vikum síðan at fortelja almenninginum í Føroyum, at Javnaðarflokkurin enntá er farin so langt sum at gjalda fyri eina spurnarkanning millum fólk um, hvat tey hildu um ætlanina um sendistovu í Ísrael. Endamálið við hesum sera óvanliga arbeiðshátti er heilt greitt at skapa eina fólksliga mótstøðu í fólkinum ímóti at knýta vinabond við Ísrael. Í veruleikanum ein snildur, men samstundis sera ófrættakendur máti, sum eisini vísir, hvussu hart hesir politikarar vilja stríðast ímóti, at Føroyar kennast við eitt land, sum átti at verið okkara mest náttúrliga vinatjóð av øllum.
Næsta skotið í byrsuni hjá Javnaðarflokkinum kom frá formanninum sjálvum, sum fyri nøkrum døgum síðan skrivaði grein um, hvussu langt úti tað er at knýta vinabond við Ísrael við eini sendistovu.
Og javnaðarhøvdingin gevst ikki so. Tí nú hevur hann í almennum skrivi frá Javnaðarflokkinum boðað frá, at flokkurin eftir ólavsøku enntá fer at koma við einum uppskoti á Føroya løgtingi, har ein eykajáttan til heilsuverkið skal verða fíggjað við, at eitt heilt annað aðalráð, nevniliga Uttanríkisráðið, ikki skal fremja ætlanina um sendistovu í Ísrael. Skilji hvør, ið skilja vil ??? eg geri tað ikki. Men eg øtist um hesar sterku, neiligu kenslur, sum Javnaðarflokkurin og formaður hansara við hesum avdúkar.
Tað undrunarverda er ikki, at Javnaðarflokkurin vil økja um játtanina til heilsuverkið. Hesum kunnu øll á Føroya løgtingi taka undir við. Nei, tað undrunarverda er, hvussu sterkar neiligar kenslur Føroya Javnaðarflokkur hevur - og við hesum alment avdúkar - ímóti tjóðini Ísrael. Hetta er ófrættakent.
Tíverri vísa royndir okkara, at fleiri av nýggju javnaðarfólkunum hava eitt innbygt anti-pati ímóti teimum kristiligu virðunum. Hetta sóu vit eisini sera týðiliga í seinasta valskeiði, har CEF-samgongan við Javnaðarflokkinum á odda framdi fleiri álvarsom stig á eini anti-kristiligari kós.
Hetta seinasta mótmælið frá Javnaðarflokkinum avdúkar, at flokkurin tíverri heldur fast við hesa kós. Tað er ófrættakent at merkja, hvussu sterkar kenslur Javnaðarflokkurin og leiðari floksins hevur ímóti, at Føroyar knýta formlig vinabond við Ísrael, einastu demokratisku tjóðina í mið-eystri. Og enn meir álvarsamt kennist tað, tá ein hugsar um, hvat anti-semitisman upp gjøgnum søguna hevur elvt til av vanlukkum og sorgarleikum.
Er Javnaðarflokkurin veruliga ein anti-semitiskur flokkur?!
Glyvrar, ólavsøkuaftan 2020
Bill Justinussen
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald