Vinna

Enniberg siglir heim fullfermdur

...

2020-03-07 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Enniberg fór at sigla heim úr Barentshavinum seinnapartin í gjár, skipið er fullfermt - umleið 950 tons í flaki, mest toskaflak.

Teir hava roynt mest í norskum sjógvi, fiskiskapurin hevur verið góður, men veðrið hevur verið vánaligt í vetur, verður sagt frá Enniberg í morgun. Teir fóru úr Føroyum 5. januar.

Enniberg verður vantandi á Havnini seinnapartin mánadagin.

Manningin telur 38 mans, skipari er Sonny Johannesen.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder