JN

Enn eitt álop

...

2020-09-03 07:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóast fólk í 12 av teimum 15 húsum í Edmundstrøð í Ánunum herfyri

sendu eina áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at
skipa so fyri, at tað verður livandi norðuri í Ánunum, so vaknaðu fólk
um tveytíðina í nátt av ganginum av tveimum skipum - Armenak Babaev,
undir russiskum flaggi, og Green Ocean, skrásett undir Bahama flaggi -
sum larmandi komu at bryggju. Ikki nokk við tí, at skipini larma;
mannskapið rópti og geylaði eisini í millum sín, sí viðfesta
filmsbrot.

Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað
og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan
larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.

- Vit vita ongantíð, nær næsta álop kemur og vit liva í konstantum
ótta fyri ágangi av larmi.

Tað ljóðar sum ein tyrla hongur yvir húsunum og vit hava ongan
møguleika at sleppa undan larminum. Høvdu skipini verið løgd við
oljukaiina á Grótrætt, so hoyrdi eingin nakað til skipini, men tað
eingin virðing fyri heilsuni hjá okkum, sum her búgva.

Vit undrast og spyrja, hví fremmand, larmandi skip blíva við at sleppa
inn í føroyskar havnir at forpesta lívið hjá íbúgvum í Føroyum.

Rúna Sivertsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder